1000 mia. dollarar í norska Oljugrunninum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

20.09.2017 - 11:47

Oljan >

Týsdagin 19. september var virðið á norska Oljugrunninum fyri fyrstu ferð omanfyri 1000 mia. dollarar. Ein betran av høvuðs gjaldoyrunum í heiminum mótvegis dollaranum og ein positiv gongd á partabrævamarknaðunum er orsøkin til, at virðið av grunninum bráddliga er vaksið so nógv.

”Tá grunnurin fekk sínar fyrstu oljupengar í mai 1996, hevði neyvan nakar ímyndað sær,  at grunnurin fór at røkka 1000 mia. dollarum. Hetta er eitt vegamót. Vøksturin í marknaðarvirðinum á grunninum hevur verið ótrúligur,” sigur Ungve Slyngstad, leiðari í ”Norges Bank Investment Management”. Mátað í norskum krónum er virðið á Oljugrunninum 7.800 mia. kr.