Rem Gambler leggur at í Bergen, aftaná at ein uppgava er avgreidd, og onki nýtt er at fara eftir. Mynd: Jogvan H. Gardar

151 norsk frálandaskip uttan arbeiði


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

06.12.2016 - 21:30

Oljan >

Minkandi oljuvirksemi sæst aftur í norsku oljuhavnabýunum. Har skip komu og fóru dagliga uttan stórvegis steðg, kunnu skip nú blíva liggjandi í vikur uttan nakrar uppgávur.

Í Bergen liggja dagliga eini fýra-fimm skip og biða. Tey eru millum tey hepnu, tí tey eru ikki tikin úr flotanum enn. Tað sama er galdandi í øðrum oljubýum sum Stavanger, Kristiansund og Ålesund.
Minni heppin eru tey 151 skipini sum nú eru løgd. Hetta er umleið ein fjórðingur av øllum norska frálandaflotanum uppá 630 skip, skrivar Stavnager Aftenblad.

At so nógv skip liggja merkir samstundis at húsagangurin nærkast hja fleiri reiðaríum. Nýggj skip eru bygd í hópatalið, og tá einstøk reiðarí hava bygt fýra-fimm skip fyri millum 500 og og eina milliard krónur, so skal nógv inn fyri at fáa goldi bankunum aftur tað sum er lænt. Sambært Stavanger Aftenblad hava fleiri reiðarí eina skuld uppá eina 20 milliardir norskar krónur. Tá dagsprísurin fyri at leiga eitt fralandaskip er lækkaður úr eini 1,5 milliónum krónum niður í 50.000 krónur, so er greitt at reiðarin ikki hevur fyri manningarpart ein gang.

Hóast oljuprísurin kvinkar upp, so fylgir prísurin ikki líka skjótt við hjá frálandaflotanum, ti kunnu vit rokna við at fleiri reiðarí fara at fáa trupulleikar framyvir.

- Vit eru ikki komin á botn enn. Tillagingin av frálandaflotanum heldur fram í 2017. 151 skip uttan arbeiði sigur sítt, sigur Wenche Niestad, stjóri í GIEK, ið er en av bankunum sum gevur frálandaflotanum lán.