2018 verður besta árið hjá oljurisunum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

18.12.2017 - 14:41

Oljan >

2018 kann gerast eitt tað besta árið í fleiri ártíggju hjá teimum stóru oljufeløgunum, metir kenda fyritøkan Goldman Sachs sambært Bloomberg. Men samstundis gera núverandi marknaðarviðurskifti tað torførari fyri minni feløg at klára seg á marknaðinum. Eitt nú gera lægri oljuprísir tað trupult hjá teimum smærri oljufeløgini at standa seg eins væl í kappingini.

Goldman Sachs heldur, at ein lægri oljuprísur hevur samanlagt saman við lækking av útreiðslunum í oljuídnaðinum skapt eitt umhvørvi, har bert tey stóru oljufeløgini kunnu kappast. Ein av stjórunum í íløgubankanum, Michele Della Cigna, heldur, at tey stóru oljufeløgini, ”gigantarnir” ella ”risarnir”, sum tey eisini plaga at verða nevnd, fara økja um inntøkurnar og standa seg betri enn teir hava gjørt seinastu 20 árini.

Tá oljuprísurin var á 120 dollarum fyri tunnuna, varð meira pláss fyri smærri oljufeløgum. Nú hann er bara helvtina av tí, eru tað tey stóru oljufeløgini, sum klára seg best.

Kelda: Energy Watch