23 norskir leitibrunnar skulu borast í 2017


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

09.12.2016 - 11:46

Oljan >

Tey sum hava hildið at einki leitivirksemi verður í grannalandinum fyri eystan í 2017, tey mugu hugsa um aftur. Tað eru heilt fitt av ætlanum um at fara at leita eftir olju og gassi.

Offshore skrivar at tey hava funnið fram til at minst 23 leitibrunnar fara í gongd í 2017.

Bæði Statoil og Lundin eru við í fleiri leitiætlanum, og tey samstarva um tað einu ætlanina, sum sigst vera tann mest spennandi, Korpfjallið í Barentshavinum.

Statoil er fyristøðufelag, og í samstarvsbólkinum eru eisini Chevron, Petoro, Lundin og ConocoPhillips.

Koppfjall-ætlanin umfatar millum fimm og sjey leitibrunnar. tað verður Songa Enabler sum skal bora hesar.