36.000 rør til oljukelduna Johan Sverdrup


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

21.03.2018 - 09:18

Oljan >


Fyri fáum árum síðani gjørdu nøkur oljufeløg við Statoil á odda, sum arbeiða á norska landgrunninum, eitt risastórt oljufund mítt í einum longu kendum oljuøki. Talan var um eitt av størstu oljufundunum, sum er gjørt í Noregi í 50 ár, og sum fekk navnið Johan Sverdrup. Síðani hevur verið arbeitt við eini útbygging av kelduni, sum tá hon fer undir framleiðslu, fer at framleiða 600.000 tunnur av olju um dagin.

Sohvørt tíðin gongur, og útbyggingin tekur dik á seg, koma alsamt fleiri og fleiri pallar og útbúnaður á staðið, har oljan fer at koma upp úr undirgrundini. Í løtuni eru stóru yvirskriftirnar í norskum miðlum tey 36.000 rørini, sum skulu brúkast í sambandi við oljuframleiðsluna. Á Stord liggja nú 28.000 rør, og skjótt kemur seinasta skipið við seinastu rørunum, sum skulu flyta Johan Sverdrup oljuna til lands. Rørini eru framleidd av Mitsui í Japan. Tá øll rørini eru komin á staðið, verða tey 36.000 í tali. Hesi skulu síðani leggjast á havbotnin millum kelduna til havs og til lands.

Johan Sverdrup keldan liggur 150 kilometrar vestan fyri Stavanger, á Utsirahøvdini. Haðani skal Statoil leggja eina rørleiðing at flyta oljuna til Mongstad í Hordalandi, sum liggur 283 kilometrar eystari. Rørini, sum skulu flyta gassið, skulu til Kårstø í Rogalandi. Tilsamans er talan um 450 kilometrar av rørum. Tey viga 225.000 tons.

Talan verður um longstu rørleiðingina á norska landgrunninum bæði í longd og tjúkd.

Tey mongu rørirni verða flutt til Mongstad í april ella mai, har Saipem skipið Castorone, sum er 330 metrar langt, skal leggja tey á havbotnin. Har rørini koma at liggja djúpast er í Norskurennu, sum er 537 metrar djúp. Rørleiðingin verður væntandi liðug løgd í august. Samlaði kostnaðurin fyri tey 36.000 rørini er 2,5 mia. kr.

Tað hevur annars eydnast stigtakarunum aftanfyri verkætlanina, sum eru Statoil, Lundin og Maersk at minka munandi um metta prísin. Tá útbyggingarætlanin varð góðkend av stjórnini í august í 2015 varð 1. byggistig mett at kosta 123 mia. Í februar var hon mett til 88 mia. ella ein lækking uppá 30%.

Kelda: Sysla.no