50 oljumilliardir slúsaðar uttanum norska landskassan


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

27.02.2017 - 00:24

Oljan >

Norska hagstovan, Statistisk Sentralbyrå, hevur almannakunngjørt yvirlit sum vísa at fleiri tíggjutals milliardir norskar krónur eru ikki komnar norska landskassanum til góðar. Talan er um eigarafeløgini hjá boripallum.

Talan er um boripallar sum hava havt uppgavur á norska landgrunnium, har eigarafeløgini hava havt loyvi at flyta yvirskotinum úr Noregi, aðrenn tey eru farin um skattaskrivstovurnar.

Hendan møguleikan hava fleiri feløg gjørt sær nyttu av, og sambært hagstovuni hevur norski landskassin mist Einar 50 milliardir krónur i inntøku síðani 2001.

Útrokningarnar hjá hagstovuni vísa at eigarafeløgini hava flutt einar 180 milliardir krónur av yvirskotunum úr Noregi. Av hesum vildu vanliga 50 milliardir enda sum skattur.