Aftur gitingar um yvirtøku av Faroe Petroleum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

05.05.2018 - 19:06

Oljan >

Altjóða oljumiðlar gera nógv burtur úr oljufelagnum Faroe Petroleum í hesum døgum. Tað hendir eftir, at leiðslan í felagnum hevur tikið upp samband við íløgubankan Rotschild til tess at verja felagið at verða keypt upp av norska oljufelagnum DNO. 

Norska felagið keypti herfyri umleið 28,71% av felagnum og gitingar vóru frammi um, at felagið hevði í kvittanum at keypa upp alt felagið. Men í  slíkum føri sigur bretsk lóg, at  tað skal ganga eitt hálvt ár, áðrenn felagið kann leggja boð inn uppá  yvirtøku av felagnum. Norska felagið hevur tó sagt frá, at tað hevur onga ætlan um at bjóða uppá alt felagið. Kortini eru gitingarnar um eina yvirtøku farnar at ganga, nú stjórin í felagnum, Graham Stewart, sambært samrøðu við Reuters, hevur staðfest, at felagið heldur fram við at brúka íløgubankan Rothschild sum ein verjuráðgevi, ”defence adviser”, sum tikið verður til. Hetta skriva miðlarnir Herald og Times í dag. Tað sama hendi, tá oljufelagið Dana keypti upp 27,5% av felagnum tíðliga í hesi øldini og seinni seldi til almenna suðurkoreanska oljufelagið.

DNO, sum hevur víst Faroe Petroleum so stórum áhuga, hevur í mong ár arbeitt í kurdiska partinum av Iraq. Nú hevur tað so aftur vent sær móti Norðsjónum og heldur eftir øllum at døma, at Faroe Petroleum er ein góð íløga, nú felagið hevur verið so virkið og gjørt fleiri fund. Í fyrsta lagi keypti DNO 15,37% av partabrøvum hjá ísrealska oljufelagnum Delek. Seinni keypti tað enn 10%, so tað nærkast 30%, ið er kravið skal eitt felag taka yvir eitt annað felag.

Sambart Herald og Times so vildi DNO ikki gera viðmerkingar til málið, tá miðlar royndu at fáa samband við felagið í gjár.

Partabrævið í Faroe Petroleum hevur seinnu árini verið á einum lágum støði, tó at tað nú eru hækkað munandi.