Nýggjar áhugaverdar oljuleiðir millum Hetland og Føroyar fáa størri týdning í 2017. Ovast í vinstra horni føroyska markið.

Áhugavert nýtt oljuøki eystan fyri føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

03.01.2017 - 18:09

Oljan >


Enn eitt nýtt og áhugavert oljuøki er við at gerast veruleiki har suðuri á Atlantsmótinum, millum Hetland og Føroyar. Talan er um sokallaða ”Lancaster-økið”, sum liggur skamt frá stóru framleiðandi oljukeldunum Schiehallion og Foinaven, sum aftur liggja nær føroyska markinum. Fara vit longur suður finna vit Solan oljukelduna og hyggja vit so longur í ein norðan finna vit oljurisan Clair og gasskeldurnar Laggan Tormore.

Tað hevur leingi verið kunnugt, at olja fanst í hesum sokallaða ”Frontier-økinum” vestan fyri Hetland. Brunnar eru boraðir og hava ávíst kolvetni í nøkrum heldur óvanligum jarðløgum, tað tey á enskum kalla ”Basement fracking”. Talan er um at fara eftir olju, sum liggur rættiliga djúpt og niðri í sjálvum grundfjallinum.

Tað er fyrst og fremst oljufelagið Hurricane Energy, sum hevur lagt seg eftir hesum nýggja oljuævintýrinum á Atlantsmótinum. Í fjør fekk felagið so staðfest, at oljugoymslurnar eru nógv størri enn higartil mett. Ein nýggjur brunnur boraður á Lincoln-leiðini vísir, at mongdirnar av olju, sum talan er um, eru nógv størri og kunnu allar oljuleiðirnar tilsamans goyma upp til eina mia. tunnur. So mikið vísir eru jarðfrøðingarnir í teirra søk, at roknað verður við at ein útbygging verður munandi framskundað.

Í ár er so ætlanin at bora enn ein leitibrunn á Halifax leitimiðinum, sum er  í sama øki sum Lancaster og Lincoln. Úrslitið av honum verður longu mett sum lovandi og fer tað bara at økja um áhugan fyri samlaðu útbyggingarætlanini, ið tá fer at vera eitt slag av ”Hub”, har fleiri oljukeldur verða bundnar saman í eitt oljuframleiðsluskip, FPSO. Ein slík útbygging og infrastrukturur kann so eisini lata upp fyri fleiri øðrum smærri fundum í økinum og gera tey lønandi eisini.