Samanlegging kostar 60 størv. Mynd: Aker BP

Aker BP-samanleggingin kostar 60 størv


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

27.11.2016 - 14:06

Oljan >

1. desember leggja Aker og BP saman í Noregi, og vit fáa Aker BP. Samanleggingin merkir sambært leiðsluni í fyritøkuni, at eini 60 størv hvørva. Sambært kunningarmanninum Geir Bjørlo í Aker BP, so er ætlanin at royna at sleppa undan uppsøgnum, men at avtalur verða gjørdar, so folk fara sjálvi. Talan kann tá vera um antin at fólk fara í pensjón, ella at fólk finna nyggj størv at fara til aðrastaðni. Í Noregi er vanligt við "sluttpakkum" har arbeiðsgevarin rindar fólki løn í ávíst tiðarskeið aftana at tey gevast í einum starvi sum er til yvurs. Hesar avtalurnar kunnu innihalda punkt sum siga at fólk fáa løn og hjalp til at koma yvir i annað starv.

Orsøkin til at Aker BP nú minkar um starvsfólkahopin er at deildir verða stongdar, og uppgávurnar samlaðar á einum stað. Sum er hevur Aker BP deildir a Fornebu, Stavanger, Trondheim, Harstad og Sandnessjøen. Nú skal alt amlast í Stavanger, undantikið er rakstrardeildin fyri Ivar Aasen-økið, ið skal liggja í Trondheimi, sum í dag.

Í dag arbeiða 1355 fólk hjá Aker BP.