Vit síggja, hvar tey fimm frálandsskipini í Skansi-flotanum arbeiða í løtuni - øll eru í grannalagnum.

Allur Skansi-flotin til arbeiðis í grannalagnum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

05.07.2017 - 13:56

Oljan >

Tað er hugaligt at síggja á heimskortinum, hvar tey fimm frálandsskipini hjá føroyska reiðaríinum Skansi Offshore arbeiða í løtuni. Øll eru í grannalagnum, tvs. í Norðsjónum og í Atlantshavi, vestan fyri Hetland og vestan fyri Írland.

Tey hava nógvar ymiskar uppgávur, eitt nú er Sjóborg júst komið uppá pláss vestan fyri Írland, har ein nýggjur leitibrunnur verður boraður. Hesin kann fáa stóran týdning fyri írsku oljuframtíðina. Sjóborg lastaði í Aberdeen nú um dagarnar og liggur nú hjá stóra boriskipinum Stena IceMAX, sum setir borin í írsku undirgrundina hvørja løtu. Boringin er mett at taka einar 40 til 50 dagar. Eftir tað hevur fyristøðufelagið Providence Resources so optión til at ein brunn aftrat. Og verður hann boraður, verður Sjóborg so eisini til ta uppgávuna. Eftir tað, í oktober, byrjar ein fimm ára sáttmáli við Statoil.

Fylgja vit kortinum og fara longur norðureftir, so arbeiðir Kongsborg á Craster leitimiðinum vestan fyri Hetland. Har borar West Phoenix ein leitibrunn fyri oljufeløgini CnoocNexen og BP. Tann boringin byrjaði fyri umleið einum mánaða síðani og fer at taka umleið 140 dagar.

Fara vit so út í Norðsjógvin finna vit Eldborg, sum er í spot og arbeiðir fyri Statoil í løtuni, og hava havt nógvar uppgávur hjá teimum. Teir hava eisini arbeitt fyri m.a. oljufelagið Lundin í ár.

Saeborg og Tórsborg eru eisini í Norðsjónum, har tey enn eru á fastari kontrakt við ávíkavist AkerBP og Shell. Enn er eitt ár eftir av kontraktini og báðar kunnu leingjast við upp til 5 árum.

Saeborg hevur verið nógv knýtt at framleiðsluleiðini Valhall og Torsborg nógv til Knarr feltið. Hetta er broytt eitt sindur, síðani Shell tók yvir BG, og Det Norske Oljeselskap og BP Norge løgdu saman til AkerBP. Uppgávurnar eru nú í minni mun knýttar til eitt ávíst prosjekt frætta vit frá Skansi Offshore.

Tann heilt stóra søgan viðvíkjandi Skansi Offshore var annars, tá Statoil nú um dagarnar kunnugjørdi, at tað hevði valt út sjey frálandsskip út av 130 til fastar uppgávur komandi árini. Fremst av teimum var Sjóborg, sum saman við trimum norskum skipum, fekk ein sáttmála uppá 5 ár við møguleika at longja hann við einum ári í senn í enn 5 ár.