Stjórin í almenna oljufelagnum Petoro, Grethe Moen.

Almenna norska oljufelagið Petoro letur statinum 90 mia. kr.


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

19.03.2018 - 11:59

Oljan >

Hækkaður oljuprísur, methøg gassframleiðsla og effektivisering ger, at norski staturin kann økja sína inntøku frá Petoro við 73% frá 2016.

Petoro er almenna felagið, sum rekur ognirnar hjá norska statinum í oljuvinnuni. Felagið hevur júst gjørt upp úrslitið fyri 2017, sum er knappar 100 mia. kr. ella ein vøkstur uppá 73% í mun til árið fyri.

Av hesum fær norski staturin 87 mia. norskar kr., sum svarar til 6% av norsku fíggjarætlanini. Ì 2016 fekk staturin 66 mia. kr. frá luttøkuni í olju- og gassframleiðslu á norska landgrunninum umvegis Petoro.

“Vit eru í eini uppgangstíð, tá talan er um at tryggja framhaldandi effektivan rakstur og skipa grundarlagið fyri framtíðar framleiðslu við at finna meira olju og gass,” sigur Grethe Moen, stjóri í Petoro við Aftenbladet.

Eftirspurningurin eftir europeiskum gassi er vaksandi, m.a. orsakað av hægri kolaprísum, og tí kolaorkuverkini verður stongd. Norra nøktar í dag 25% av eftirspurninginum eftir gassi í Europa.

“Leitivirksemið er framvegis ov lítið og má økjast. Aftaná útbyggingarnar av Sverdrup, Castberg og Snorra tørvar okkum nýggjar verkætlanir,” skrivaði Petoro nýliga á kunningarskrivi, sambært Reuters.

Prognosurnar vísa, at Norra skal framleiða fýra mió. tunnur av olju/gassi um dagin í 2018, sambært Oljudirektoratinum. Framleiðslan skal so eisini vaksa við 4,41 mió. tunnum um dagin fram til 2022 tvs. á tí støði framleiðslan var í 2005.

Petoro heldur tað verður neyðugt at leita eftir fleiri nýggjum olju- og gassgoymslum í undirgrundini, um framleiðslan skal halda seg á verandi støði eftir 2025.

“Leitingin í Barentshavinum á sumri í 2017 var eitt stórt vónbrot, men vit eru kortini ikki meira enn farin í gongd við at kortleggja hetta stóra økið. Støddin á nýggum fundum er eisini minkandi, tí er gleðiligt, at fleiri leitibrunnar eru á skránni í 2018 enn nú í mong ár. Petoro er við í 20 av hesum brunnum,” sigur Moen við Aftenbladet