Loyvini, ið Shell og BP hava fingið (reyði liturin), eru millum Foinaven kelduna og føroyska markið. Føroysku megin markið liggur Gullhornið, ið fyrr varð hildið at vera mest áhugaverda økið, og verður boðið út í 4. útbjóðing.

Altjóða oljurisar fara nú at leita við føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

23.03.2017 - 16:45

Oljan >


Bretska stjórnin hevur júst nú kunngjørt, hvørji nýggj oljuleitiloyvi verða latin í teirra seinastu útbjóðing, eitt nú nær Føroyum. 25 nýggj leitiloyvi, sum fevna um 111 teigar, eru latin 17 oljufeløgum. Tilsamans 24 oljufeløg søktu í hesi 29. útbjóðingini á bretska landgrunninum. Talan er um trý ymisk øki á landgrunninum, eitt eystan fyri Hetland, eitt miðskeiðis í Norðsjónum og so eitt vestan fyri Hetland, heilt upp til føroyska markið og sunnan fyri Hebridurnar, nær Rockall.

Hyggja vit eftir loyvunum, sum verða latin á Atlantsmótinum tvs. m.a. nær Føroyum, síggja vit, at ikki færri enn trý tey størstu oljufeløgini í heiminum, ExxonMobil, Shell og BP hava fingið tillutað leitiloyvi. Enn eitt stórt oljufelag er Statoil. Henda sannroynd sigur okkum somikið, at tey stóru oljufeløgini, sum bæði hava fíggjarliga orku og sum hava brúk fyri at finna nýggjar olju- og gassgoymslur, eftir øllum at døma meta Atlantsmótið sum eitt av sínum framtíðar kjarnuøkjum.

Shell og BP, sum longu eru mest virknu oljufeløg á Atlantsmótinum, tvs. í økinum millum Hetland og Føroyar, hava søkt um og fingið nøkur áhugaverd nýggj loyvi. Hesi eru í grannalagnum á tí sokallaða ”Gullhorninum” í ein landssyning úr Føroyum, har oljufeløgini í byrjanini av føroysku oljuøldini, boraðu fyrstu brunnarnar. Talan er um teigar í 204 umráðinum, sum liggur millum stóru oljukelduna Foinaven og so føroyska markið. Shell er fyristøðufelag í hesum loyvunum, meðan BP er partnari í nøkrum loyvum.

Venda aftur til Gullhornið

Forvitnisligt er at staðfesta, at hesir báðir oljurisarnir, sum fyrr hava verið partur av føroysku oljuleitingini, og nettupp eisini í sama umhvørvinum, men sum tóku seg aftur haðani, tí fáu boriúrslitini har ikki livdu upp til vónirnar, nú aftur seta sjóneykuna á nærum sama øki. Vit minnast, hvussu íðið BP var at sleppa í gongd at bora í Gullhorninum, tí tað metti, at hetta økið føroysku megin markið rætt og slætt var eitt ”mirror image” (endurspegling) av Foinaven oljukelduni í bretskum øki. 

Vónbrotið hjá BP leiðsluni tá var so mikið stórt, at man slepti endanum í hesun økinum og fór longur inn á føroyska landgrunnin ístaðin. Men tað er ikki ókent í oljuleitibransjuni, at øki, sum einaferð eru vorðin slept og frágingin, brádliga mong ár seinni, aftur draga oljufeløg til við nýggjum tonkum og tøkni. Og mong eru dømini um, at slík afturvendan hevur givið úrslit. Hetta kenna vit m.a. frá risastóra oljufeltinum í Norra, Johan Sverdrup, har oljufeløg fyri fáum árum síðani funnu eina tí størstu oljukelduna nakrantíð á norskum øki í einum umráði, sum longu varð lutað út til leiting fyri fimti árum síðani, og har fleiri hava borað síðani uttan úrslit. Og so koma nýggj oljufeløg innaftur við nýggjum hugskotum og fáa bingo.

Um hetta verður lagnan, nú BP og Shell aftur eru farin at vísa økinum nær Gullhorninum ans, skal ikki vera sagt her. Men hetta eru í hvussu áhugaverd signal, eisini fyri komandi føroysku oljuleitingina, sum m.a. eisini fevnir um nettupp øki, ið liggja uppat nýggju loyvunum hjá Shell og BP á bretska landgrunninum. Vit kunnu gita, at nýggjur seismikkur og tulkingar av data, sum bretska stjórnin hevur fíggjað, hava givið oljufeløgunum nýggjar vónir til hetta økið. Júst somuleiðis sum nýggjar tulkingar av data á føroyska økinum eisini kunnu draga oljufeløg til aftur her.

Halda vit okkum til økini nær Føroyum ella í forlongilsi av føroyska landgrunninum sunnan fyri, so er eisini áhugavert at merkja sær, at ESSO, sum ExxonMobil eigur, og Statoil hava fingið tillutað fleiri loyvi í Rockall-rennuni, Rochall Trough, nær Rockall og vestan og sunnan fyri Hebridurnar. Hetta er eitt spildurnýtt leitiøki, tó at onkur brunnur er boraður her fyri nógvum árum síðani. Olja og gass er staðfest her, og vónir eru til økið. Hetta økið liggur nakað sunnan fyri Føroyar men leiting her kann fáa týdning fyri komandi útbjóðingar í Føroyum eisini. Tí vitan og boriúrslit í grannalagnum kann fara at eggja feløgum til at søkja um leitiloyvi sunnan fyri Føroyar um nøkur ár.

Enn ein útbjóðing í bretskum øki

Bretskir myndugleikar eru í løtuni – eins og føroyingar – í ferð við at fyrireika enn eina útbjóðing, ta 30. í røðini. Hon verður latin upp um nærum somu tíð sum tann 4. føroyska útbjóðingin og fer at fevna um longu kend og búgvin oljuøki á bretska landgrunninum. Loyvi verða so latin eftir 120 døgum.

Andy Samuel, stjóri í OGA, Oil and Gas Authority, fegnast um, at bæði stór og kend oljufeløg og eisini nýggj oljufeløg hava fingið tillutað leitiloyvi. Hann heldur orsøkin til góðu undirtøkuna vera, at bretska stjórnin í 2015 tók stig til at brúka 200 mill. kr. til at skjóta og tulka nýggjan seismikk, ma. í útjaðaraøkjum á Atlantsmótinum. Men hann heldur somuleiðis orsøkina vera, at myndugleikarnir hava betrað um og gjørt lisens- og loyvistreytirnar lagaligari og meira kappingarførar.

Hann heldur eisini, at royndirnar hjá vinnuni at lækka kostnaðirnar og gera vinnuna meira kappingarføra hava gjørt, at oljufeløg eru vorðin meira sinnað til at brúka pengar uppá leiting.

Flestu av loyvunum snúgva seg um at skjóta nýggjan seismikk og tulka hann. Tó hevur eitt av feløgunum, Statoil, bundið seg til at bora fýra leiitbrunnar, meðan flestu av hinum fyristøðufeløgunum hava sagt, at tey seinni vilja taka støðu til boring ella sum tað eitur á oljumáli, drill or drop.