A.P. Møller Holding umhugsar at keypa Maersk Drilling


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

23.01.2018 - 16:23

Oljan >


Nú tvær av stóru fyritøkunum í A.P. Møller Mærsk samstakinum vórðu seldar úr samtakinum, tvs. Maersk Oil, sum varð selt til oljufelagið Total, og Maersk Tankers, ið varð selt til A.P. Møller Holding, hevur verið bíðað eftir, hvar ein onnur týðandi oljufyritøka í samtakinum, borifelagið Maersk Drilling, fór at enda.

Nú ljóðar so, at A.P. Møller Holding, sum er grunnurin, ið arvingarnir hjá Maersk McKinney Møller, eiga, fer at keypa Maersk Drilling. Tað skrivar Berlingske. Maersk Drilling hevur síðani 1972 specialiserað seg til at leiga út boripallar. Fleiri føroyingar arbeiða í dag hjá Maersk Drilling.

.