Bransjufelagið hjá oljuvinnuni í Bretlandi kunngjørdi í gjár frágreiðing um støðuna og framtíðar útlitini. Her básurin hjá felagnum, sum eisini varð staðið, har FOIB kom við feskum tíðindum úr Føroyum.

Arbeiðsplássini í bretsku oljuvinnuni fækka


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

08.09.2017 - 16:41

Oljan >

Jan Müller úr Aberdeen.

Bretska oljuvinnan er ikki tann, hon hevur verið í langar tíðir. Fallið í oljuprísinum, sum tók dik á seg í 2014, hevur rakt hesa fyrr so stoltu og múgvandi vinnu meint. Hóast nýggjar vónir til eina rationaliseraða og meira lønandi vinnu, so hevur oljumessan í Aberdeen, Offshore Europe, eisini verið merkt av myrku skíggjunum í vinnuni. Stóra   bransjufelagið hjá oljuvinnuni í Bretlandi, "Oil and Gas UK" gav í gjár út eina spildurnýggja frágreiðing um støðuna og útlitini í hesi vinnu. Arbeiðsplássini í oljuvinnuni halda fram við at fækka. Bara í fyrru helvt av 2017 eru 13.000 færri størv í vinnuni. ”Eg síggi einki ljós í endanum av tunnlinum,” sigur ein fakfelagsleiðari. Frágreiðingin ruddaði allar forsíðurnar í flestu av oljumiðlunum og var eisini høvuðssøgan í Scottish TV hóskvøldið.

Onganstíð sæð so svart út

Sjálvt um fleiri av stóru oljufeløgunum hava boðað frá, at tey fara at økja aftur íløgurnar í vinnuni, so fækka arbeiðsplássini. ”Eg havi arbeitt í hesi vinnuni í 45 ár, og henda støðan vit eru í nú er tann ringasta eg havi upplivað,” sigur Steve Todd, sum er skrivari í fakfelagnum RMT. Hann trýr heldur ikki uppá nakra munandi broyting til tað betra.

Meginparturin av arbeiðsplássunum, sum hvørva, eru hjá teimum fyritøkunum, sum liva av at veita tænastur til oljufeløgini, skrivar The Guardian. Henda skeiva gongdin tók seg upp, tá oljuprísurin bráddliga kavaði í 2014. Eitt skifti var hann væl omanfyri 100 dollarar fyri so at leggja seg í eina legu á 50 dollarar, har hann liggur enn. Prískreppan tvingaði oljufeløgini til at spara og skerja útreiðslurnar, og tað merktist alt fyri eitt í allari vinnuni. Og ikki minst her í oljuhøvuðsstðanum Aberdeen. Býurin, hvørs álit hevur verið oljuvinnan, varð hart raktur og er tað framvegis. Og tað sæst ma. aftur í minkandi luttøkuni á oljumessuni her í býnum, har fleiri av stóru oljufeløgunum halda seg burtur.

Í 2014 arbeiddu 500.000 fólk í bretsku oljuvinnuni. Við ársenda í fjør var talið fallið til 315.000 vísir uppgerð, sum Oil & Gas UK hevur gjørt. Síðani stóru sparingarnar hava fleiri av oljufeløgunum gjørt greitt, at tey fara at brúka fleiri pengar til viðlíkahald og leiting. Men fakfelagið RMT, sum umboðar tann maritima partin av oljuvinnuni, heldur ikki, at hetta fer at hava stórvegis ávirkan á oljuvinnuna í Norðsjónum.

Meiningarnar um hvønn veg gongdin fer eru fleiri. Mong halda, at her vendist ikki aftur, og at størvini fara at halda fram við at fækka. Onnur halda, at nú er botnurin náddur og hevur vinnan megnað at seta í verk tær sparingar og rationaliseringar, sum einhvør vinna í broyting, hevur tørv á. Tað hevur rætt og slætt verið tvingandi neyðugt at lækka kostnaðarstøðið í allari vinnuni. Oljuvinnan er púra greið yvir, at skal hon yvirliva og mennast aftur, so er man noyddur til at laga vinnuna til broyttu umstøðurnar við útgangsstøði í einum nógv lægri oljuprísi enn áður.