At OPEC-londini halda sær fær oljuprísin at hækka


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

09.01.2017 - 08:06

Oljan >

Í løtuni kostar eitt fat av Norðsjóvaroljuni Brent 56,89 dollarar, mevan amerikanska lættoljan WTI kostar 53,74 dollarar. Hetta er ein lítil hækking, samanborið við tá oljumarknaðirnir stongdu fríggjadagin.

Sambært tíðindastovuni Reuters lækkaði prísurin nakað áðrenn vikuskiftið, eftir at Iran fór at útflyta meir olju. iran hevur selt meir enn 13 milliónir føt av olju sum hava ligið á eini flótandi goymslu umborð á einum risastórum oljuskipi. Hetta er gjørt sum partur av OPEC-avtaluni sum kom í gildi á nýggjárinum.

Talið á oljupallum sum eru í virksemi í USA hækkaði í farnu viku fyri tíggjundu vikuni á rað.