Atlantic Petroleum framhaldandi stórt undirskot


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

05.04.2018 - 16:49

Oljan >

Atlantic Petroleum hevði aftur stórt undirskot í 2017, sum hevur við sær, at eginognin fer enn longur niður og er negativ við 150 mió. kr. Hetta sæst av seinssta ársroknskpinum, sum verður kunngjørdur í morgin. Felagið hevur annars aðalfund seinast í apríl. Úrslitið fyri 2017 eftir skatt er eitt nettoundirskot uppá 67,7 mió. Kursurin á partabrævinum er í dag einans 7,65 kr. Somu tíð í fjør var hann 11 kr.

Felagið útnevndi í november Graeme Fawcett til fyribils stjóra eftir Ben Arabo. Hansara uppgáva var at endurskoða strategisku møguleikarnar hjá felagnum, umframt møguligt uppkeyp ella sølu av virkseminum. Sambært nýggja stjóranum sær tað ljósari út fyri oljuvinnuna, og málið fyri 2018 er at skapa eitt nýtt grundarlag fyri vøkstri, nú eftir fleiri ár við sera tungum sjógvi og torførum avgerðum. Tað, sum tó serstakliga er orsøk til bjartskygni, er, at oljufelagið London Oil and Gas hevur latið Atlantic fígging fyri at kunna hóðra víðari. Inntøkurnar hjá felagnum koma annars frá sølu av norska dótturfelagnum umframt verandi og komandi framleiðslu á bretska landgrunninum umvegis oljukeldunum Pegasus og Orlando.