Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum. Mynd: Jógvan H. Gardar

Atlantic Petroleum hevur selt Orlando


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

15.03.2017 - 22:41

Oljan >

Atlantic Petroleum hevur selt síni 25 prosent av Orlando-oljuøkinum í bretskum sjógvi. Hetta boðar felagið frá i einum boðum til keypsskálan.

Afturfyri søluna fær felagið ein lítlan part av komandi inntøkum frá økinum, ta olja verður pumpa upp.

Keypari er Decipher Energy, ið yvirtekur kostnaðin við útbyggingini av økinum. Síðani skal felagið gjalda tvey prosent av umsetninginum av teimum fyrstu fimm milliónum føtunum av olju sum verða framleiddar. Aftaná fyrstu fimm milliónir føtini, so fær Atlantic Petroleum 4,35 prosent av allar framleiðsluni.

Mett verður at tað eru millum 8,5 milliónir og 15,3 milliónir føt av olju á Orlano-økinum. Ætlanin er at byrja oljuframleiðsluna í 2018.

Samstundis sum hendan avtalan er komin uppa plass, so hevur Atlantic Petroleum lagt um skuldina í felagnum, so raksturin gerst lættari. Decipher hevur eisini goldið Atlantic Petroleum eina millión dollarar í samband við avtaluna.