Atlantic Petroleum nýggjan stjóra


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

22.11.2017 - 16:52

Oljan >


Nú eftir at Ben Arabo segði seg frá sum stjóri í Atlantic Petroleum frá 1. desember, hevur felagið sett nýggjan fyribils stjóra. Tað er Graeme Fawcett, sum hevur drúgvar royndir í altjóða oljuvinnuni. Hann hevur arbeitt í 30 ár í hesi vinnu í Europa, Afrika, Asia og Australia fyri feløg sum Total, Tullow og Technip. Hann hevur verið ráðgevi hjá London Power Corporation síðani juli í ár.

“Vit eru sera fegin um at kunna bjóða Graeme Fawcett vælkomnum til Atlantic Petroleum. Uppgávan hjá nýggja stjóranum verður at gjøgnumganga nýggju strategisku møguleikarnar hjá felagnum her eisini møguleikan fyri at selja felagið. Vit fegnast um bøttu støðuna á marknaðinum og síggja fram til at fáa nyttu av royndunum og vitanini hjá Graeme Fawcett,” sigur Birgir Djurhuus, nevndarformaður.