Atlantic Petroleum stórt undirskot


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

30.11.2017 - 20:48

Oljan >

Hóast botnlinjan hjá Atlantic Petroleum er skrivað við reyðum fyri fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar, so væntar felagið tó, at botnlinjan við ársenda fer at verða skrivað við svørtum.

Atlantic Petroleum hevði eitt stórt undirskot í triðja ársfjórðingi, sum rakar frammanundan negativa eginkapitalin meint. Hetta kemur fram í roknskapinum hjá felagnum.

Felagið, sum ongar inntøkur hevur í løtuni og í veruleikanum hevur ein negativan umsetning, hevði eitt negativt rakstrarúrslit (EBIT) uppá 14,4 mió. kr., og á botnlinjuni misti felagið 16 mió. kr. eftir skatt. Tvs. at samlaða botnlinjan fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar er minus 9,6 mió. kr.

Harvið var eginkapitalurin negativur við 90,2 mió móti endanum á triðja ársfjórðingi og bankaskuldin 68,3 mió. kr.

Atlantic Petroleum hevur harafturímóti fingið 17,4 mió. kr. frá norsku myndugleikunum í skattaendurgjaldi, og tí roknar felagið við at hava eitt pluss á botnlinjuni í 2017.

Atlantic Petroleum setti í farnu viku Graeme Fawcett sum nýggjan fyribils stjóra í felagnum eftir Ben Arabo, sum hevur sagt seg úr starvi. Uppgáva hansara verður at endurskoða strategisku møguleikarnar hjá felagnum. Og har eisini møguleikan fyri at keypi ella sølu av felagnum.