Átta skip skullu leggjast hjá SolstadFarstad


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

18.11.2017 - 08:32

Oljan >

 Tað er E24 skrivar at norski frálandarisin SolstadFarstad velur at leggja átta skip fyri veturin. Reiðaríið váttar at skipini skulu leggjast.

SolstadFarstad er størsta reiðaríið innan frálandavinnuna í Noregi, og er fjórðstørst í heiminum, mált í tali á skipum. 

Reiðaríið er ein samanlegging av reiðaríðunum Solstad, Farstad og Deep Sea Supply. Hendan samanleggingin hendi í summar. |I 2016 bleiv reiðaríið Rem ein partur av táverandi Solstad.

SolstadFarstad eigur 154 skip, av hesum liggja nú umleið 50 uttan arbeiði.