Battarískipanin í Húsahaga fekk 1. viðurkenning á altjóða ráðstevnu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.07.2017 - 15:31

Oljan > Vinna & Tøkni > Orka


Battarískipanin í Húsahaga fekk 1. viðurkenning sum besta verkætlanin av 27 verkætlanum á altjóða ráðstevnu í Køln

Battarískipanin í Húsahaga, sum javnar óstøðugu vindorkuna frá vindmyllunum inn á elnetið, varð vald sum besta verkætlanin av 27 verkætlanum á stórari altjóða ráðstevnu um varandi orkumøguleikar í Køln í síðstu viku. Harvið fekk battarískipanin, sum er gjørd í samstarvi millum SEV, fronsku battaríverksmiðjuna, SAFT, og týsku vindmylluverksmiðjuna, ENERCON, 1. viðurkenning.

Skipanin hevur nú í fleiri umførum vakt ans uttan fyri Føroyar, tí hon er eitt nýbrot, sum eisini kann brúkast aðrastaðni. Battarískipanin var m.a. eisini nevnd í frágreiðingini frá Norðurlendska Ráðharraráðnum um orkusamstarv í Norðurlondum, sum kom út fyri góðum tveimum vikum síðani.

- Vit eru errin av hesi viðurkenningini og annars stóra áhuganum, sum battarískipanin hevur í altjóða orkuumhvørvinum. Tað gevur okkum áræði at halda á at bróta burtur úr nýggjum á leiðini fram ímóti málinum um 100 prosent grøna orku á landi í Føroyum í 2030, staðfestir Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

Michael Lippert frá SAFT Batteries, sum sæst mitt í myndini, legði fram á ráðstevnuni vegna SEV, SAFT og ENERCON.

- Lukkuynskini vóru nógv, tí vit vístu eitt ítøkiligt dømi um eina battarístøð, sum er sett í rakstur í einari elskipan, sigur Michael Lippert í stuttari heilsan til SEV.


Kelda SEV