Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum ger viðmerkingar til áheitan frá feløgum og einstaklingum at steðga oljuleiting við Føroyar

Ben Arabo: -Tí mugu vit leita eftir olju


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

11.05.2017 - 11:19

Oljan >


“Heiminum tørvar olju og gass – nógva olju og nógv gass. Hvønn dag brúkar heimurin knappar hundrað milliónir tunnur av olju. Tað talið er vaksandi. Hetta er ein sannroynd, sum tíverri ikki er almenn vitan,” sigur Ben Arabo, stjóri í oljufelagnum Atlantic Petroleum og ein av teimum føroyingum, sum hevur arbeitt longst í altjóða oljuvinnu og sum eisini hevur verið virkin partur av føroyskari oljuleiting í mong ár.

Hetta sigur hann í eini viðmerking til almennu áheitanina frá feløgum og einstaklingum - Ringrás, 350.org, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Unga Tjóðveldi, Lau Øfjord Blaxekjær og Jens-Kjeld Jensen - sum í einum opnum brævi heita á Norðurlandaráðharraráðið og Norðurlandahúsið um ikki at hýsa ráðstevnu um oljuleiting í Føroyum. Tey eru ímóti ætlanini at fara undir aftur oljuleiting við Føroyar, sum eitt samt løgting samtykti nú um dagarnar.

Oljutørvurin veksur

Ben Arabo sigur m.a.:

“Olja sum procentpartur av samlaðu orkunýtsluni í heiminum er fallandi, men vøksturin í orkutørvi er so stórur, serliga í londunum uttanfyri OECD , at oljutørvurin veksur í absoluttum tølum hvørt ár. Í løtuni er á leið ein triðingur av heimsorkutørvinum nøktaður av olju, ein lítil triðingur av koli, og á leið ein fjórðingur av gassi. So er restin kjarnorka, vatn og onnur varandi orka, sum í løtuni er eitt lágt einkultcifrað procenttal av heimsorkuframleiðsluni.

Um vit ikki síggja onkra teknologiska kollvelting tey næstu árini, so er ivasamt, um varandi orka nøktar nógv meir enn 10% av heimsorkutørvinum í 2030. At leita eftir olju og gassi er sostatt ikki eitt val, men nakað, sum er alneyðugt fyri at nøkta framtiðar orkutørvin. Vit kunnu kanska vóna, at kolanýtslan er komin niðurum 30% av heimsins orkunýtslu í 2030, men tað er heldur ikki vist, soleiðis sum orkueftirspurningurin veksur hvørt ár.

Tá ideologi trumfar teknologi

Tað er spell, at ein partur av okkara ungdómi kann koma ígjøgnum allan fólkaskúlan og miðnám, uttan at hava ánilsi av, hvaðani heimsins orka kemur og hvat kolvetni annars verða nýtt til. Tað tykist sum um, at ov nógv tíð verður nýtt uppá innfluttar “jeg er så glad for min cykel” ynskitankar grundaðar á ideologi heldur enn teknologi.

Eg vil heita á tey, ið halda, at vit kunnu verða olju fyriuttan, at vita í morgin, hvussu long tíð gongur, áðrenn tey nýta fyrsta lutin, sum krevur olju at framleiða. Eg gangi út frá, at tannbustin hjá teimum flestu ikki er gjørd av træ og rossafaksi.

Kolvetni er í einari ørgrynnu av vørum líka frá fallhjálmum og sólpanelum til aspirin og tannkrem, og alt hetta verður ikki flutt til Føroya við deyðsiglarum.

Nóg mikið av orku er eingin sjálvfylgja

Tað munnu verða fá lond í heiminum, sum hava so stóra oljunýtslu per høvd, sum Føroyar, so tað er fínt, at miðað verður eftir, at føroysk el-framleiðsla verður grøn í 2030. Men tá tað tekur einum ríkum landi sum Føroyar við einum stórum náttúrutilfeingi, og einum sera lágum fólkatali so leingi at koma hartil, ja so kann ein hugsa sær, hvør avbjóðingin hjá eitt nú Kina og India eru. Har er støðan tann beint øvugta av okkara.

Eg búði sjálvur eitt stutt skifti í Jakarta, sum er ein av heimsins størstu býum. Har høvdu vit í periodum rullandi streymslit, tí at man kláraði ikki at nøkta streymtørvin, um onkur av teimum mongu olju- ella gassgeneratorunum gingu fyri. At man ikki hevur streym alla tíðina, er gerandisdagur nógva staðni í heiminum. At taka orku sum eina sjálvfylgju er bert nakað, sum vit í tí priviligeraða partinum av heiminum kunna.

Forboð og konservatisma ikki rætti vegurin

Sjálvandi skal eitt og hvørt náttúrutilfeingi brúkast so skynsamliga sum gjørligt, og fá munnu vera tey, ið ikki ynskja sær ein reinari heim. Men forboð og konservatisma er ikki vegurin fram. Vegurin fram er vitan og at uppfinna effektivari motorar og alternativar orkukeldur fyri á tann hátt at minka um tørvin á fossilum brennievnum. Tað er ígjøgnum teknologiskan framburð, at heimurin gerst reinari og betri, og uppá stutt sikt tørvar okkum olju og gass at dríva henda teknologiska framburð, og til at nøkta heimsins orkutørv,” sigur Ben Arabo í viðmerkingini.