Bjørn Kunoy, sum er føroyskur sendimaður í Moskva, skrivar grein í altjóða høgt virdum vísindaligum tíðarriti um altjóðarrættarligar spurningar í Arktis. Mynd Jan Müller

Bjørn Kunoy grein í høgtvirdum tíðarriti um altjóðarættarligar spurningar í Arktis


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

28.02.2017 - 18:48

Oljan > Olja > Arktis


Bjørn Kunoy hevur skrivað drúgva grein um altjóðarættarligar spurningar í Arktis, ið er útgivin í síðstu útgávu hjá International & Comparative Law Quarterly.

Greinin nevnist “Assertions of Entitlement to the Outer Continental Shelf in the Central Arctic Ocean” og viðger, hvørji landgrunsrættindi strandarlond hava til arktiska økið, heruppií norðpólsøkið, hvussu langt hesi rættindi kunnu hugsast at strekkjast, umframt hvørjar altjóðarættarligar avbjóðingar gera seg galdandi í mun til at hondhevja kravdu rættindini.

International & Comparative Law Quarterly er útgivið av Cambridge University Press. Tíðarritið telist millum leiðandi vísindaligu tíðarritini innan altjóða lóg.

Til ber at lesa meira um International & Comparative Law Quarterly her

Ein samandráttur av greinini hjá Bjørn Kunoy sæst við at trýsta her

Les um Bjørn Kunoy í Heilagrunninum

Kelda: Granskingarráðið