Boripallurin West Hercules á leiðini millum Hetland og Føroyar, har hann borar ein sera týdningarmiklan brunn á Cambo kelduni skamt frá markinum.

Bora nú týðandi oljubrunn tætt við føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

25.04.2018 - 17:04

Oljan >

Tíðindi/Greining. Saman við einum av heimsins oljurisum, Shell, fór oljufelagið Siccar Point Energy í gjár undir at bora ein sera týdningarmiklan brunn skamt frá føroyska markinum. Verður boringin væleydnað, sum nógv bendir á, fer brunnurin at vera lykilin til eina útbygging av Cambo oljuleiðini, ið er tann oljukeldan á bretska landgrunninum, sum liggur næst Føroyum. Og fyri Føroyar kann hesin brunnurin og eftirfylgjandi útbygging gerast duraopnarin til nýggja oljuleiting á føroyska landgrunninum.

West Hercules ger um seg

Í gjár sett gamli kenningurin West Hercules borin í bretsku undirgrundina einans 6,5 kilometrar frá føroyska markinum. Føroyingar minnast júst henda boripallin fram um allar aðrar, sum hava borað við Føroyar, tí eftir at hava borað á Súlan-Stelkur leiðini í 2014, kastaði hann akker á Skálafjørðinum fyri har at verða umvældur í nærum ein mánað.

Nú er West Hercules aftur at síggja í grannalagnum. Eftir at hava borað brunnar eystan fyri Kanada og í Barentshavinum er hann nú aftur í okkara nærumhvørvi. Talan er um eina boring, sum er nærri føroyska markinum enn flestu aðrir brunnar, ið eru boraðir vestan fyri Hetland seinastu 45 árini. Oljuleitingin vestan fyri Hetland byrjaði í 1972.

Fleiri olju- og gasskeldur eru funnar hesi árini, ein teirra er Cambo, sum liggur tætt við føroyska markið. Hon varð funnin í 2004. Herfyri keypti oljufelagið Siccar Point Energy upp allar ognirnar hjá eysturríkska oljufelagnum OMV vestan fyri Hetland, teirra millum Cambo-kelduna. Felagið, sum verður fíggjað av stórum privatum íløgugrunnum, hevur gjørt økið millum Hetland og Føroyar til sítt kjarnuøki, og tess strategi er bæði at gera íløgur í leiting og útbygging av olju- og gasskeldum í økinum, sum vit eisini vanliga kenna undir heitinum Atlantsmótið (Atlantic Margin).

Tættasta oljuútbygging við Føroyar

Meðan onnur feløg hava drálað við at fara undir eina útbygging, so hevur Siccar Point tikið avgerðina í egnar hendur og gjørt av at fara undir at útbyggja Cambo til framleiðslu. Hetta verður sostatt tann oljuframleiðandi keldan í bretskum øki, sum liggur tættast við føroyska markið. Men fyrst skal avmarkingarbrunnurin, sum hol nú er sett á, borast. Sum Oljan.fo skilur tað frá keldum hjá Siccar Point, so eru útlitini til at fáa ein væleydnaðan brunn sera góð. Ætlanin er eisini at testa brunnin.

Mett verður at Cambo keldan goymir í minsta lagi 300 mió. tunnur av olju. Helst eru goymslurnar í undirgrundini tó væl størri. Brunnurin, sum West Hercules er farin undir at bora, er ein sokallaður avmarkingarbrunnur (appraisal), sum er seinasta stigið, áðrenn sjálv útbyggingin fer í gongd. Bretskir myndugleikar hava longu givið grønt ljós til eina útbygging. Fyri teir hevur tað alstóran týdning, at feløg sum Siccar Point gera íløgur í nýtt virksemi vestan fyri Hetland.

Shell kann fáa týðandi leiklut

Siccar Point er ikki einsmalt um menningina av Cambo. Herfyri keypti eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Shell, seg inn í Cambo. Harvið eru líkindini fyri at byggja út vornar nógvar ferðir betri, tí Shell kemur við bæði pengum og tøkniligari vitan og royndum.

Ætlanin er eisini at bora enn ein brunn í grannalagnum tíðliga í næsta ár. Talan er um Blackrock oljuleiðina, sum liggur miðskeiðis millum Cambo og stóru oljukelduna Rosebank fyri norðan, einans 4 kilometrar frá føroyska markinum. Avgerðin um at útbyggja Rosebank, sum goymir meira enn 400 mió. tunnur av olju, verður endaliga tikin í 2019, men longu nú viðger fyristøðufelagið Chevron tilboð frá skipasmiðjum um at byggja eitt stórt framleiðsluskip. Siccar Point er eisini við í hesi verkætlanini.

Siccar Point hevur eisini nógvar aðrar ætlanir á Atlantsmótinum. Tað hevur fleiri loyvi fram við føroyska markinum. Og eftir at boringin á Cambo verður liðug um 2-3 mánaðir, verður West Hercules fluttur longur norður til gassleiðirnar har. Har skal hann bora eina leitibrunn á Lyon leitimiðinum, sum eftir ætlan fer at vera kjarnin í eini stórari nýggjari gassútbygging eystan fyri markið, eisini nevnt Northern Gas Area, og sum fevnir um longu funnar gasskeldur so sum Bunnehaven, Tobermory og Gragganmore.

Nevnast kann eisini, at longur syðri nærhendis sonevnda Gullhornið, har fyrstu brunnarnir vórðu boraðir á føroyska landgrunninum í 2001, eigur Siccar Point eisini oljukeldurnar Tornado og Suilven og fara vit suður um markið móti Rockall leiðunum, so er tað aftur Siccar Point, sum hevur tey mest áhugaverdu loyvini eitt nú Benbecular gassleiðina, har Shell fyri mongum árum síðani fann gass. Nú er henda leiðin, sum er útjaðaraøki (frontier) aftur mett at vera áhugaverd. 

Geva nýggjar vónir fyri føroyska økinum

Hóast úrslitið av 4. útbjóðing á føroyska landgrunninum kundi verið betri, so er eingin orsøk til at fella í fátt. At oljuleiting og oljuútbyggingar nærkast Føroyum í hvørjum er ein týðandi ábending um, at olja og gass helst eisini eru at finna okkara megin markið. Oljan.fo skilur eisini, at hjá oljufelagnum Siccar Point Energy hyggja tey eisini við stórum áhuga eftir føroyska økinum, sum liggur tætt við Cambo og Rosebank. Ein heppin gongd her kann skjótt gerast ein brúgvabyggjari og lopfjøl yvir um mark og inn á føroyska landgrunnin. Og nú føroyskir myndugleikar eftir øllum at døma fara at hyggja aftur eftir treytunum fyri at fáa leitiloyvi í føroyskum øki og helst endurskoða hesar, tá er greitt, at fleiri hurðar fara at verða latnar upp inn á føroyskt øki.