Craster oljuleiðin liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið, tætt við oljukelduna Clair og gasskeldurnar Laggan Tormore.

BP ger íløgu í oljuøki nær við føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

03.12.2016 - 18:01

Oljan >


Eitt av mest trúgvu oljufeløgunum mótvegis økinum eystan fyri føroyska markið man vera bretska BP. Felagið er tað stóra altjóða oljufelagið, sum í mong mong ár hevur hildið fast, tá tað snýr seg um leiting og framleiðslu á Atlantsmótinum – tvs. leiðunum millum Hetland og Føroyar. Í løtuni ger felagið risastórar íløgur í tvær av stóru oljuleiðunum skamt frá føroyska markinum, Shiehallion og Clair.

Tann lági oljuprísurin hevur eftir øllum at døma ikki havt ávirkan á íløguhugin hjá hesum bretska oljurisanum, sum eftir øllum at døma heldur ikki ætlar sær at halda aftur við íløgun í framtíðar leiting í økinum vestan fyri Hetland.

Herfyri boðaði leiðslan í BP frá, at hon ætlar at halda fram við sínum virksemi á Atlantsmótinum og hevur gjørt av at keypa seg inn í eina nýggja oljuleið, sum liggur tætt við Clair økið. Talan er um Craster oljuleiðina, ið er mett at goyma stórar nøgdir av kolvetnum. BP hevur keypt 30% í einum parti av Craster og 40% í einum øðrum parti frá kanadisk-kinverska oljufelagnum CnoocNexen, sum kortini framhaldandi verður fyristøðufelag fyri hesa oljuleiðina.

Sambært felagnum er ætlanin at bora ein leitibrunn á Craster leiðini í mai mánað næsta ár.

Annars eru eisini mong onnur jalig og áhugaverd tíðindi frá Atlantsmótinum, sum oljan.fo fer at tríva nærri í komandi tíðina. Eitt nú hevur oljufelagið Hurricane gjørt av at bora ein nýggjan brunn á sínum Halifax loyvi, ið liggur sunnan fyri stóru oljukeldurnar Schiehallion og Foinaven. Eisini hevur felagið gjørt av at leiga eitt FPSO oljuskip til nýggju oljuleiðirnar har, eitt nú Lancaster og Lincoln. Longu norðari ganga eisini tíðindi um ein nýggjan leitibrunn skamt frá føroyska markinum, í sokallaða Blackrock leitimiðinum, sum liggur millum oljukeldurnar Rosebank og Cambo.

Tíðindini um at tvey nýggj oljufeløg á Atlantsmótinum, Suncore og Sicca Point hava keypt seg inn í oljuleiðirnar Rosebank og Cambo, bera eisini boð um, at oljuleiðirnar, sum liggja tætt við føroyska markið, hava stóran framtíðar áhuga. Í síðsta enda kann hetta eisini siga nakað um framtíðina á føroyska partinum av Atlantsmótinum, har ein spildurnýggj útbjóðing er um at fara av bakkastokki.