Heimsins størsta oljublað Upstream, umrøður oftani Atlantsmótið og fer í næstum eisini at umrøða føroysku oljuleitingina. Her kunnar stjórin í FOÍB, Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóran um føroyska leiting og veitingarvinnu

BP og Shell peika á Atlantsmótið sum framtíðar oljuøkið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

09.09.2017 - 18:54

Oljan >

Jan Müller úr Aberdeen.

Bæði BP og Shell vístu á Offshore Euope messuni á leiðirnar vestan fyri Hetland sum mest spennandi og áhugaverda oljuøkið í hesum partinum av heiminum. Hetta er økið, sum liggur eystan fyri føroyska markið.

Atlantsmótið
Nú oljuframleiðsla í Norðstjónum hevur umleið fimti ár á baki er greitt, at nógvar av oljukeldunum eru við at tømast. Enn eru møguleikar at finna enn fjaldar oljukeldur, men hesir fækka í hvørjum. Tað kom tí væl við hjá bretsku oljuvinnuni, at tveir av fremstu oljustjórunum í heiminum, Bob Dudley frá BP og Ben van Beurden frá Shell, brúktu sera jaligar vendingar á altjóða oljumessuni ”Offshore Europe” um framtíðar møguleikarnar í hesum partinum av heiminum við serstakari adressu til okkara leiðir tvs Atlantsmótið, ið er økið millum Hetland og Føroyar.

”Tá eg sigi tykkum, at BP kennir sína ábyrgd í Norðsjónum og fer at halda fram við sínum virksemi her, skulu tit vita, at tað er serstakliga økið vestan fyri Hetland, sum vit trúgva uppá eigur eina stóra framtíð, og vit tí fara at leggja okkara orku í at menna. Eisini Shellstjórin kom við somu ábending í síni røðu og vísti á, hvussu skilagóðar íløgurnar hava verið í eitt nú Schiehallion feltið tætt við føroyska markið.

At stjórarnir í tveimum av heimsins størstu oljufeløgum bera fram slík lovorð um oljuframtíðina um okkara leiðir kann so bara vera góður tónleikur í oyrunum hjá føroyskum myndugleikum, sum júst hava latið upp fyri nýggjari oljuleiting við Føroyar – í einum øki, sum liggur tætt upp at oljuleiðunum eystanfyri.

Innheinta tilboð uppá Rosebank-framleiðsluskip
Offshore Europe hevur eisini í aðrar mátar verið við til at varpa ljós á nettupp Atlantsmótið. Og ein av góðu søgunum frá júst økinum við markið millum Føroyar og Bretland er at finna í heimsins størsta oljublað, Upstream. Blaðið umrøður í stórari grein ætlaninar at útbyggja stóru oljukelduna við markið, Rosebank. Chevron, sum er fyristøðufelag, hevur nú kunngjørt, at tað hevur sent út útbjóðingartilfar til fýra ymsar skipasmiðjur at byggja eitt PFSO framleiðsluskip til Rosebankleiðina. Verður avgjørt at byggja út hesa oljuleiðina við markið, fer fyrsta oljan at koma upp úr Rosebankelduni í 2022-23. Hon vil tá eisini hava týdning sum infrastrukturur fyri møgulig oljufund í føroyska grannalagnum.

FOÍB
Stjórin í FOIB, Føroya Oljuídnaðarbólki, Jan Müller, sum hevur verið á  Offshore Europe messuni seinastu vikuna fyri at kunna seg við støðuna í vinnuni, nýtti eisini høvi til at vitja á básinum hjá oljublaðnum Upstream, har hann hitti ábyrgdarblaðstjóran Erik Means. Blaðið, sum eisini hevur fylgt væl við í føroysku oljuleitingini seinastu mongu árini, ger vanliga nógv burtur úr tí, sum fer fram á Atlantsmótinum og fer blaðið eisini í komandi grein at viðgera 4. leitiútbjóðingina á føroyska landgrunninum umframt týdningin føroysk veitingarvinna hevur fyri Føroyar. 

Føroyar høvdu ongan bás á Offshore Europe hesaferð men kortini vitjaðu umboð fyri fleiri føroyskar fyritøkur ráðstevnuna og gjørdi sær dælt  av møguleikanum at kunna brúka básin hjá bretska systurfelagnum hjá FOIB, Oil and Gas UK. FOIB gjørdist fyrr í ár assosieraður limur í Oil & Gas UK sum fyrsta felag nakrantíð uttan fyri Bretland. Øll oljufeløgini og meginparturin av veitingarvinnuni eru limur í Oil & Gas UK.