BP og Total meta oljuprís millum 50 og 100 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

19.05.2018 - 16:47

Oljan >

Stjórin í Total verður ikki kløkkur, um oljuprísurin verður 100 dollarar. Men stjórin í BP heldur prísurin kann enda niðri á 50 dollarum, um amerikanska skiferoljuframleiðslan tekur dik á seg.

Síðani amerikanski forsetin Donald Trump gjørdi av at uppsiga kjarnorkuavtaluna við Iran er oljuprísurin bara farin ein veg, og tað er uppeftir. Nógvar og ymsar eru metingarnar um framtíðar oljuprísin í kjalarvørrinum á Iran-kreppuni. Tó er mest áhugavert at hyggja at sera ójøvnu metingunum hjá tveimum av heimsins størstu oljufeløgum, BP og Total.

Meðan Total metir, at prísurin kann røkka 100 dollarum, so heldur stjórin í BP, at endin gerst ein oljuprísur helvtar so høgur, tvs. 50 dollarar.

Stjórin í BP, Bob Dudley væntar, at prísurin fer at lækka til millum 50 og 65 dollarar fyri tunnuna, skrivar TDN Direkt. Oljustjórin heldur orsøkina vera vaksandi amerikanska skiferoljuframleiðslan og eisini møguleikin hjá Opec londunum at økja um framleiðsluna. Hann væntar tó, at framleiðslan hjá Iran orsakað av amerikonsku sanktiónunum fer at minka við 300.000 tunnum til 1 mió. tunnur um dagin. Dudley heldur annars, at tað er ósunt fyri heimin, um oljuprísurin fer langt upp um 80 dollarar. Tað var hann seinasta hósdag. Dudley heldur tað eisini vera ósunt, um prísurin aftur verður so lágur sum 27 dollarar sum hann var eitt skifti fyri tveimum árum síðani. Tað var kanska gott fyri altjóða vøksturin men samtíðis var tað alt annað enn gott fyri framleiðandi londini. Og tað var heldur ikki sunt fyri heimin.

Stjórin í einum øðrum stórum oljufelag, Patrick Poyanne í Total, sigur seg ikki blíva kløkkan, um oljuprísurin røkkur 100 dollarum um stutta tíð skrivar Bloomberg.