Nýggja oljuskipið, Glen Lyon, skal økja munandi um oljuframleiðsluna hjá BP. Tað er nú stætt á Schiehallion leiðini eystan fyri føroyska markið.

BP økir um oljuframleiðslu eystan fyri føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

18.05.2017 - 11:40

Oljan >


Eitt av heimsins størstu oljufeløgunum, bretska BP, ætlar at vaksa munandi um oljuframleiðsluna komandi árini. Málið er at framleiða 4 mill. tunnur um dagin ár 2020. Og ein týðandi partur av hesi øking skal koma frá økinum eystan fyri føroyska markið, har BP stendur fyri fleiri stórum útbyggingum av oljukeldum.

BP kom sera illa fyri nøkur ár herfyri, tá ein stór vanlukka hendi umborð á pallinum Deepwater Horizon og 11 mans doyðu. Uppruddingin eftir óhappið hevur kostað BP stórar upphæddir og hevur felagið verið verið noytt til at selja burtur av sínum ognum fyri at gjalda fyri dálkingina. Um somu tíð hevur BP lagt seg eftir at gera íløgur í fleiri av sínum bestu oljukeldum og finnast hesar í stóran mun í okkara nærumhvørvi vestan fyri Hetland. Nú 7 ár eftir Deepwater Horizon vanlukkuna kann BP leiðslan boða frá, at tað nú aftur gongur rætta vegin takkað verið virkna og miðvísa íløgupolitikkinum hjá felagnum, har oljukeldurnar á Atlantsmótinum hava alstóran týdning.

Fyri at røkka sínum framleiðslumálum hevur BP sett út í kortið sjey stórar verkætlanir. Ein av hesum er Quad 204 útbyggingin vestan fyri Hetland. Bob Dudley, stjóri í BP sigur, at øll sjey projektini eru væl ávegis. Millum hesi er eisini nútímansgerð og útbygging av Schiehallion og Loyal oljukeldunum skamt frá markinum. Hesar keldurnar hava framleitt 400 mill. tunnur síðani byrjanina í 1998. Útbyggingin fer at geva 450 mill. tunnur aftrat. Aftrat hesum standa aðrar níggju útbyggingar fyri framman. Tilsamans skulu tær økja dagligu framleiðsluna við eini millión tunnum í 2021. Saman við framleiðsluni í Russlandi saman við Rosneft verður samlaða framleiðslan hjá BP 4 mill. tunnur um dagin um 3 ár.

Vert er eisini at hava fyri eygað, at BP herfyri fekk fleiri nýggj leitiloyvi saman við Shell tætt upp at tí føroyska markinum, júst í tí økinum, har Jarðfeingi nú fer at bjóða út øki til leiting. Hetta er í landssyningshorninum á føroyska landgrunninum, eisini kent sum Gullhornið. BP fer somuleiðis í hesum mánaðinum at seta á eitt nýtt oljuleitimið kallað Craster, sum liggur millum stóru oljukeldurnar Clair og Foinaven, eisini nær føroyska landgrunninum fyri sunnan. Alt hetta hendir um somu tíð sum Føroyar hava latið upp 4. útbjóðingarumfarið til oljuleiting. 

Kelda: Offshore Energy Today