BP oljuútbygging fyri 50 mia. tikin í brúk við føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

22.05.2017 - 16:07

Oljan >


Ein stórhending í oljusøguhøpi fer fram í hesi løtu  eystan fyri føroyska markið, har oljufelgið BP í dag hevur tikið í brúk útbygging og nútímansgerð av risastóru Schiehallion oljuleiðini, eisini nevnd Quad 204. Her er talan um eitt veruligt vegamót í bretskari og altjóða oljusøgu. Talan er um størstu um- og útbygging av eini framleiðandi oljuleið á bretska landgrunninum nakrantíð. Umframt BP, sum er fyristøðufelag, eru Shell og Siccar Point Energy eisini partur av hesi verkætlanini, sum skal framleiða 450 mill. tunnur av olju fram til 2035. Umframt at byggja eitt spildurnýtt goymslu- og framleiðsluskip, FPSO, nevnt Glen Lyon, er nýggjur útbúnaður settur upp á havbotninum. Útbyggingin kostar nærum 50 mia. kr.

Umleið 450 fólk á sjógvi og á landi eru knýtt at verkætlanini. Millum mongu veitararnar til útbygginina er eisini Føroya Tele, sum hevur sett upp fjarskiftisútgerð, ið aftur hevur samband við Shefa-kaðalin. Hóast føroyski parturin av risa verkætlanini ikki fyllur so nógv í vavi, so hevur hann alstóran týdning fyri BP og hini oljufeløgini, tí hann er við til at betra um sambandið millum oljuskip og støðirnar á landi umframt, at hann gevur manningini atgongd til skjótt breiðband.

Við hesi útbyggin ætlar BP at tvífalda sína framleiðslu á bretska landgrunninum til 200.000 tunnur um dagin ár 2020. Og tá aðrar útbyggingar av nýggjum oljukeldum gerast veruleiki, fer BP aftur at tryggja sær eitt týðandi pláss sum oljuframleiðari í hesum partinum av heiminum. BP steðgaði framleiðsluni á Schiehallion og Loyal leiðunum í 2013 fyri at kunna fara undir umrøddu útbygging. Í hesum sambandi eru boraðir 20 nýggir framleiðslubrunnar. Tær báðar keldurnar hava framleitt umleið 400 mill. tunnur av olju síðani 1998.

Nýggja framleiðsluskipið kann framleiða 130.000 tunnur um dagin og goyma 800.000 tunnur av olju. Umborð eru 140 starvsfólk.

Ein onnur av útbyggingunum hjá BP er at finna í grannalagnum, heldur ikki so langt frá føroyska markinum. Talan er um at byggja út enn eina nýggja oljuleið á tí risastóru Clair oljukelduni, sum sigst goyma 10 mia. tunnur av olju.

BP hevur eisini ætlanir um at bora 5 leitibrunnar á bretska landgrunninum komandi árið.