Alligin oljukeldan, sum nú verður útbygd til framleiðslu, liggur ikki so langt vekk frá føroyska markinum.

BP útbyggir enn eina oljukeldu við føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

10.04.2018 - 18:05

Oljan >

Útbyggingar av oljukeldum eystan fyri føroyska markið tykjast ongan enda at fáa. Herfyri frættu vit, at oljufelagið Siccar Point fer at útbyggja oljukelduna Cambo beint við markið, og at oljurisin Shell eisini hevur sett kós móti somu keldu og hevur keypt part av henni. 

Í dag sigur so enn ein av heimsins oljurisum, bretska BP, at tað hevur avgjørt at útbyggja oljukelduna Alligin, sum eisini liggur skamt frá føroyska markinum, har suðuri millum framleiðandi oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion, (nú Quad 204). Ætlanin er at gera eitt sokallað "tieback" tvs. binda Alligin í stóra framleiðsluskipið Glen Lyon á Quad 204 (fyrrverandi Schiehallion feltinum). 

Henda útbyggingin, sum verður tikin í brúk í 2020, fer at vaksa munandi um framleiðsluna á hesi leiðini og gera hana uppaftur meira lønandi. BP ger við hesi útbyggingini brúk av verandi infrastrukturinum í grannalagnum. Nakað, sum vit fara at síggja nógv til á Atlantsmótinum í framtíðini.  Umframt hesa útbyggingina hevur BP eisini kunngjørt, at tað fer at byggja út Vorlich kelduna í Norðsjónum. 

Hóast lækkingin í oljuprísinum í 2014 hevði negativar avleiðingar fyri alla oljuvinnuna sum heild, so má sigast, at BP hevur ikki slept nøkrum av sínum útbyggingarætlanum vestan fyri Hetland. Í ár fer felagið at taka í brúk  stóru útbyggingina av spildurnýggju Clair Ridge oljuleiðini miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Um somu tíð hava serfrøðingar hjá BP eisini uppaftur aðrar útbyggingarmøguleikar á Clair feltinum á tekniborðinum. 

Umframt BP, sum er fyristøðufelag, eigur Shell 50% í Alligin. Útbyggingin er enn eitt tekin um tann stóra týdning fleiri av heimsins størstu oljufeløgum leggja í Atlantsmótið, sum er økið millum Hetland og Føroyar.