Bob Dudley, ovasti stjórin í BP (hm) saman við Mark Thomas, sum er stjóri fyri øllum virkseminum eystan fyri Føroyar og í Norðsjónum. Skipið er Glen Lyon, nýggi FPSO risin, sum skal liggja á Schiehallion feltinum nær Føroyum

BP-stjóri skal seta oljumessu í Aberdeen - fer at raðfesta Atlantsmótið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

25.02.2017 - 15:51

Oljan >

Tað verður eingin minni enn ovasti stjórin í altjóða oljufelagnum BP, Bob Dudley, sum fer at seta altjóða oljumessuna ”Offshore Europe” í Aberdeen í heyst. Oljustjórin fer tá at nýta høvi til at varpa ljós á týdningin og tað virði, sum Norðsjógvurin og her ikki minst Atlantsmótið,økið millum Hetland og føroyska markið, hava fyri framtíðina hjá hesum eina oljurisanum eins og fyri mong onnur oljufeløg.

Herfyri kunngjørdi BP stjórin í samrøðu við Energy Voice miðilin, at BP hevur í kvittanum at tvífalda sína oljuframleiðslu í Norðsjónum í 2020. Hann skýrdi eisini Norðsjógvin og Atlantsmótið serstakliga at vera sjálv juvelin, gimsteinurin í krúnini hjá BP. Bob Dudley duldi ikki fyri, hvussu stóran týdning oljukeldurnar vestan fyri Hetland – og eystan fyri Føroyar – her Quad 204 og Clair Ridge hava fyri felagið. BP hevur gjørt íløgur uppá tíggjutals milliardir í útbyggingar av hesum keldunum. Men hesar verða kortini ikki tær seinastu, har felagið fer at gera íløgur í. BP fer at vera við í fimm leitibrunnum og 50 nýggjum útbyggingarbrunnum í hesum økinum næstu trý árini.

Tað er greitt, at tað er ikki av tilvild, at myndugleikarnir í bretska oljuhøvuðsstaðnum hava valt júst BP stjóran at seta hesa so týðandi oljumessuna. Vitandi at oljufeløgini eru vorðin nógv meira varin, tá tey gera íløgur í framtíðina, serstakliga eftir at oljuprísurin er farin niður í eina helvt, og vitandi, at avbjóðingarnar hava eisini tvingað oljuvinnuna til at rationalisera og lækka kostnaðarstøðið, so er sera umráðandi at fáa positivu signalini frá teimum mest týðandi oljustjórunum út í altjóða oljuumhvørvið.

Nú Føroyar eru við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar av 4. útbjóðingarumfarinum til oljuleiting kemur tað eisini væl við, at hesin oljurisin er so jaligur mótvegis framtíðar menningini av einum øki, sum Føroyar so sanniliga eisini eru partur av, nevniliga Atlantsmótinum. Tað er greitt, at tá BP stjórin tosar um sjálvan gimsteinin í BP krúnuni, so hugsar hann her fyrst og fremst um útbyggingarnar av teimum stóru oljukeldunum skamt frá føroyska markinum. At vera næsti granni til hesar risastóru oljukeldur kann bara vera eitt stórt pluss fyri framtíðar føroyska oljuleiting, nakað, sum bæði politikarar, vinnulívsfólk og onnur eiga at geva sær fær um, nú áðrenn 4. útbjóðingin fer í løgtingið og síðani letur upp.

Tað er tí heldur eingin ivi um, at tær føroysku fyritøkurnar og umboð annars, sum ætla at vitja Offshore Europe í Aberdeen í september, fara at fáa eina veruliga kenslu av, hvussu stórar vónirnar eru til lutvíst nýggja oljulandslutin ”Atlantsmótið”, eisini av summum nevndur tann Nýggi Norðsjógvurin.

Oljuportalurin fer framhaldandi at fylgja neyvt við, hvat hendir í hesum økinum komandi árini. Livst so spyrst.