Reyðu økini eystan fyri føroyska markið eru partur av nýggjastu bretsku útbjóðingini. Kelda OGA

Bretar fara undir nýggja oljuleiting eystan fyri føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

25.07.2017 - 14:13

Oljan >

Bretskir myndugleikar boða nú frá, at 30. útbjóðingarumfarið á bretska landgrunninum verður latið upp fyri oljufeløgum. Hetta fevnir um 813 teigar í einum 114.000 ferkilometrar stórum øki í Norðsjónum men eisini í økinum vestan og norðan fyri Hetland. Hesir teigar liggja eisini heilt upp at føroyska markinum, har føroysk útbjóðing lat upp herfyri. Ein kann tí siga, at við hesi nýggju bretsku útbjóðingini er nærum alt økið millum Hetland og Føroyar boðið út til oljuleiting. 

Meðan føroyska útbjóðingin letur aftur 15. februar 2018, so letur tann bretska aftur 21. november í ár. OGA, Oil and Gas Authority, sum umsitur leitingina, eins og Jarðfeingi gera tað heima í Føroyum, sigur í eini viðmerking, at loyvini fyri 30. útbjóðing verða latin í øðrum ársfjórðingi í 2018. OGA sigur eisini, at oljufeløg, sum ætla at søkja, kunnu gera brúk av nýggju sokallaðu ”Innovate Licence” skipanini, sum skal gera tað lættari fyri oljufeløgini at leita. Henda skipan er eitt úrslit av samarbeiði millum myndugleikar og vinnu, um hvussu loyvistreytirnar best kunnu gagna oljufeløgunum. 

Fleiri av økjunum, sum nú verða boðin út, hava verið boðin út áður. Nógv teirra fyri meira enn 40 árum síðani. Talan er eisini um øki við smærri fundum, sum ikki hava verið mett lønandi, tá tey vórðu funnin. 

Stóri spurningurin nú er, í hvønn mun  tað verður kapping millum økini í føroyskum sjógvi og tey í bretskum sjógvi, nú útbjóðngarnar eru um nøkunlunda sama mundið. Øll liggja tey á Atlantsmótinum, har vónirnar til at gera fleiri og størri fund eru stórar. Tvs. økið millum Hetland og Føroyar. Munurin er so tann, at tað í bretskum øki eru gjørd lønandi fund, og har eru fleiri keldur, sum framleiða olju og gass.  Hvat føroyska økinum viðvíkur, so hava vit fingið staðfest, at her er ein virkin kolvetnisskipan. Seinastu tulkingarnar hjá okkara jarðfrøðingum benda eisini á, at møguleiki er fyri at gera stór fund í føroysku undirgrundini. Tað kann so avgjørt eisini vera ein gularót fyri útlendsk oljufeløg. Vit fáa so at síggja, um og hvussu stóran mun ymiskleikarnir í økjunum, loyvistreytum og vitan fara at hava ávirkan á útbjóðingarnar báðar. 

Nú føroysku og bretsku leitiøkini liggja tætt upp at hvørjum øðrum er so møguleiki fyri, at onkur oljufeløg fara at søkja um loyvi báðumegin markið fyri harvið at tryggja sær eina betri støðu, um olja og gass verður funnið øðrumegin markið, sum so kann hugsast eisini at finnast hinumegin markið. 

Ein avgerandi faktorur fyri eini hepnari oljuleiting á Atlantsmótinum, tað verið seg føroysku ella bretsku megin markið, eru útlitini fyri einum hægri og meira jøvnum oljuprísi. Hann kann gerast avgerandi fyri, í hvønn mun oljufeløg vilja gera íløgur í hesum økinum.Ì løtuni er hann umleið 50 dollarar. Hækkar hann komandi mánaðirnar, so kann tað vera við til at vaksa um áhugan fyri Atlantsmótinum. Lækkar hann munandi, so kann tað hava negativar avleiðingar. 

Hinvegin hava eisini forkanningar, data og prospektivitetur avgerandi týdning fyri áhugan. Tað kann vera ein fyrimunur fyri føroysku leitingina eisini, at útbjóðingin her er væl longri opin enn tann bretska. 

Bretskir myndugleikar hava annars eisini kunngjørt, at 31. útbjóðingin, sum  verður í komandi ári,  fer at fevna um sokallað frontier øki, útjaðararøki sum eitt nú tað sunnan fyri Føroyar og vestan fyri Skotland.