Bretland letur ókeypis seismikk fyri at fáa gongd á oljuleiting nær Føroyum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

30.11.2017 - 17:04

Oljan >


Tíðindi/Greining. Oljuvinnan og grundarlagið undir hesi vinnu - leiting eftir olju og gassi á bretska landgrunninum - hava eftir øllum at døma so mikið stóran týdning fyri framtíðar búskapin hjá næsta granna okkara, Bretlandi, at stjórnin hesi seinastu árini hevur brúkt nærum 400 mió. kr. á fíggjarlógini til at stuðla undir oljuleitingina eitt nú framvið føroyska markinum.

Í vikuni kunngjørdi bretski oljumyndugleikin, “Oil and Gas Authority”, OGA, at øll oljufeløg, sum kunnu hugsa sær at vera partur av komandi 31. leitiútbjóðingini á landgrunninum, kunnu fáa spildurnýggjar dátur so sum seismikk og brunndátur ókeypis at brúka í sínum arbeiði. Haraftrat kemur eisini nýtulking av gomlum dátum. Endamálið er rætt og slætt at stimbra komandi leitingina og fáa flest møgulig oljufeløg at lata umsóknir inn í 31. útbjóðing, sum letur upp á sumri í 2018.

Í hesum umfarinum er talan um dátur frá 2016. Stjórnin hevur brúkt knappar 200 mió. kr. til at útvega tilfarið, sum nú er tøkt. Vanliga mugu oljufeløgini sjálvi saman við eitt nú seismikkfeløgum taka stig til og gjalda fyri at fáa slíkt tilfar til vega. Men tá oljuprísurin lækkaði nógv í 2014, rakti tað av álvara íløguhugin hjá bæði olju- og seismikkfeløgum at gera nýggjar kanningar, sum skuldu skapa fortreytir fyri nýggjari leiting. Hetta kom sera dátt við hjá eitt nú bretsku stjórnini, hvørs inntøkugrundarlag og búskapur í stóran mun byggir á leitivirksemi á bretska landgrunninum. Fyri at venda hesi óhepnu gongd gjørdi stjórnin av at brúka nærum 400 mió. kr. til at útvega nýggjar dátur til oljufeløg, sum vilja vera við til at finna fjaldu olju- og gassgoymslurnar í bretsku undirgrundini. Metingar siga, at 20 milliardir tunnur av olju og gassi liggja goymdar í undirgrundini, og stórur partur av hesum í økinum millum Hetland og Føroyar. Ein partur av hesum íløgum fór eisini til at menna ein nýggjan hátøknidepil í Aberdeen, sum hevur til uppgávu at ganga vinnuni til handa.

Hyggja vit eftir undirtøkuni fyri seinastu útbjóðingunum í Bretlandi sæst, at tiltøkini hjá stjórnini hava hjálpt. Sjálvt hóast lágar oljuprísir og stórt afturhald ella varsemi hjá íleggjarum hevur ikki skortað uppá umsóknir. Hetta sæst m.a. aftur í okkara bretska nærumhvørvi, har nógv oljufeløg hava søkt um og fingið tillutað nýggj loyvi seinastu árini. Sum skilst hava ikki færri enn 68 oljufeløg søkt um leitiøki í seinastu útbjóðingini, teirri 30. í røðuni, sum m.a. fevnir um alt tað stóra økið millum Hetland og føroyska markið. Í 29. útbjóðingini frammanundan vórðu latin loyvi í eitt nú økinum sunnan fyri Føroyar, nær Rockall og leiðunum nærhendis. Til ta útbjóðingina hevði stjórnin í 2015 goldið umleið 200 mió. kr. til nýggjar dátur at lata umsøkjarum. So samanumtikið tykist bretska stjórnin sera tilvitað um, at tað við dagsins prís- og kostnaðarumhvørvi ítøkiliga noyðist at stuðla upp undir leitingina.

Jarðfeingi gjørt stórt arbeiði

Nú myndugleikarnir fyrireika enn eina útbjóðing, ta 31. í røðini, so skilst, at hon fer at varpa ljós á øki, har lítið er leitað higartil, og har hildið verður, at olja og gass goymir seg í undirgrundini. Her er m.a. talan um sonevnda “frontier”, útjaðaraøkið vestan fyri Hebridurnar og økini har um leiðir. Aftur her er talan um øki, sum liggja nær Føroyum, og eigur hetta tí eisini at geva føroyskum myndugleikum íblástur. Tað er so eisini júst her, at komandi føroyska 5. útbjóðingin helst fer at verða hildin í 2019. Hóast føroyskir myndugleikar ikki hava somu møguleikar sum bretar at fíggja umfevnandi seismiskar kanningar og nýtulking av dátum, so hevur okkara Jarðfeingi kortini ikki ligið sjóvarfallið av sær men hevur tikið hesa stóru uppgávuna á seg. Seinastu árini hevur tað brúkt síni egnu royndu fólk til at tulka og viðgera verandi seismiskar kanningar og brunndátur av nýggjum. Hesar verða so seld oljufeløgum fyri lítið og lætt.

Í vikuni varð latið upp fyri enn einum ókeypis dátupakka, sum skal skapa áhuga fyri 31. bretsku útbjóðingini. Tilfarið, sum myndugleikarnir lata oljufeløgunum, er sera rúgvusmikið og fevnir m.a. um 19.000 km. av nýggjum breiðbandsseismikki, magnetiskar- og aðrar mátingar og umleið 23.000 km. av nýtulkaðum seismikki og brunndátum. Tað eru seismikkfeløgini PGS og Western Geco, ið hava savnað tilfarið og tulkað tað. Hetta eru eisini gamlir kenningar á føroyska landgrunninum.

2018 avgerandi fyri Atlantsmótið

Alt bendir á, at árið 2018 verður rættiliga avgerandi fyri framtíðar oljuleiting á tí vit vanliga kalla Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar og haraftrat økinum vestan fyri Hebridurnar og sunnan fyri Føroyar. Meðan 4. føroyska útbjóðingin letur aftur í februar, og møgulig loyvi verða latin í mai ella harumleið, so verða loyvini frá 30. bretsku utbjóðingini – í grannalagnum – latin í juni ella juli. Samstundis arbeiða føroyskir og bretskir myndugleikar við at fyrireika nýggjar útbjóðingar, ávikavist 5. føroysku úbjóðingina at lata upp í 2019, og ta 31. bretsku útbjóðingina at lata upp á heysti 2018. Vónandi fara hesar ikki at taka nakað frá hvørjum øðrum men heldur at supplera og gagna hvørja aðra, nú tað er ein sannroynd, at alt Atlantsmótið goymir kanska nakrað av heimsins størsta oljuríkidømi.

--