Magni Arge, fólkatingsmaður sær fyri sær tættari samstarv við Bretland, eisini á oljuøkinum, eftir Brexit

Brexit kann lata upp fyri tættari samstarvi millum Føroyar og Bretland


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

05.06.2018 - 09:46

Oljan >

Nógvar eru gitingarnar og metingarnar um, hvussu eitt komandi Brexit, tvs. tá Bretland tekur seg úr ES, kann fara at ávirka samstarvið millum Føroyar og stóra grannan fyri sunnan. Bretskir ráðharrar hava verið á vitjan í Føroyum og føroyskir í Bretlandi fyri at umrøða broytingarnar og møguleikarnar, tá Bretland fer úr ES. M.a. hevur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, gjørt greitt, at hann ynskir eitt tætt og útbygt samstarv við Bretland í framtíðini, eisini eftir Brexit. Hetta hevur hann sett ovarliga á arbeiðsskrá sína.

Eisini á Fólkatingi verða viðurskiftini millum Føroyar og Bretland eftir Brexit umrødd. Eitt nú tók Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, í røðu á Christiansborg, málið upp nú um dagarnar, har hann m.a. umrøddi Brexit og tær avleiðingar hetta kann fáa fyri Føroyar. Í hesum viðfangi nevndi hann eisini spurningin um framtíðar oljuleiting við Føroyar.

Hann segði m.a.:

“Vores naboer i syd - Storbritannien - vil gennem Brexit uden tvivl skabe et yderligere geopolitisk momentum oppe nordpå, og det kan åbne for nye strategiske samarbejder mellem lande i Nordatlanten og Arktis, som kan få stor glæde af Storbritanniens betydelige pondus.

Så jeg hører ikke til dem, der maler den værste på væggen på grund af Brexit.

Snarere tværtimod kan det åbne for tættere samarbejde omkring en række områder som fiskeri, olieefterforskning, transport, uddannelse og måske adgang til en frihandelsaftale med et marked på 60 millioner mennesker.”

Oljuportalurin hevur spurt Magna Arge, sum hevur verið virkin partur av oljuvinnuni bæði sum stjóri í Atlantic Airways og sum formaður í Oljuvinnufelagnum í mong ár, hvat hann hugsar um, tá hann í røðu síni á Fólkatingi nevnir føroysku oljuleitingina:

“Í oljusamanhangi hugsi eg her um at blása nýtt lív í leitingina niðri við markið umvegis einum samskipaðum útboð, so feløgini kunnu søkja og fáa lisensir, sum ganga tvørtur um markið.”

Spurningurin um tættari samstarv á oljuøkinum millum Føroyar og Bretland er eisini á arbeiðslistanum hjá landsstýrismanninum í oljumálum. Sum skilst hevur landsstýrismaðurin í oljumálum eisini latið upp fyri møguligum framtíðar samstarvi, tá hann hevur hitt umboð fyri bretskar oljumyndugleikar, eitt nú á oljumessu í London. Tað var so heppið, tá landsstýrismaðurin luttók á oljumessu í London í fjør, at básurin hjá bretsku oljumyndugleikunum, OGA, Oil & Gas Authority, varð við síðuna av tí føroyska básinum. Tá fekk Poul Michelsen høvi at heilsa uppá stjóran í OGA, Günther Newcombe.

Herfyri umrøddi stjórin í FOÍB, Føroya Oljuídnaðarbólki, Jan Müller, í samrøðu við Kringvarpið eisini møguleikan fyri samstarvi millum Føroyar og Bretland í sambandi við framtíðar lisensrundur, kortlegging av undirgrund tvørtur um markið, felags tulking av seismikki osfr.

FOÍB, hvørs limir eru altjóða oljufeløg við áhuga fyri Atlantsmótinum, tvs. økinum millum Bretland og Føroyar, roynir annars at stuðla uppundir royndirnar hjá føroyskum myndugleikum at byggja brýr til oljufeløg, sum í framtíðini kunnu hugsast at vilja vera partur av aftur leiting á føroyska landgrunninum.

Stjórin í FOÍB sigur seg ikki ivast í, at gongd fer at koma á aftur leitingina, eisini hóast laka úrslitið av seinastu útbjóðingini. Tað hevði sínar náttúrligu orsøkir. Hann ynskir Jarðfeingi og Vinnumálaráðnum góða eydnu við víðari tilgongdini og heldur sjálvur fyri, at tað vaksandi virksemið vit eru vitni til við markið, fer uttan iva at hava ávirkan á gongdina í Føroyum eisini.