Chevron avlýsir sáttmála um oljuskip til Atlantsmótið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

21.12.2016 - 11:25

Oljan >


Í 2004 gjørdi amerikanska oljufelagið Chevorn eitt stórt oljufund tætt við føroyska markið. Oljukeldan fekk heitið Rosebank og verður mett at goyma nærum 300 milliónir tunnur av olju. Í samfull 12 ár hevur felagið saman við ymsum partnarum gjørt kanningar og borað nýggjar brunnar fyri at finna røttu útbyggingarloysnina. Eitt skifti í 2013 vóru vónirnar til eina útbygging so mikið stórar, at eitt framleiðslu- og goymsluskip, FPSO, varð bílagt í Suðurkorea. Men síðani er oljuprísurin fallin og fallin, og nú tekur Chevron so avleiðingarnar av fallandi oljuprísinum. Felagið hevur tí gjørt av at avlýsa sáttmálan við Hyundai skipasmiðjuna um bygging av einum FPSO skipi fyri 10 mia. kr.

Hóast hetta kann tulkast at vera neilig tíðindi fyri oljuframtíðina á Atlantsmótinum, so siga umboð fyri Chevron samtíðis, at tað framhaldandi verður arbeitt við eini útbygging á tekniborðinum. Felagið roynir saman við partnarum at fáa prísin so mikið nógv niður og samstundis at gera alla verkætlanina so mikið effektiva og rationella, at ein útbygging kortini kann loysa seg. Ein talsmaður fyri Chevron sigur, at Rosebank framvegis verður raðfest høgt í Chevron leiðsluni, tí henda keldan kann fáa stóran týdning fyri framtíðar virksemi hjá felagnum á bretska landgrunninum.

Hini feløgini, sum eru partur av Rosebank-kelduni eru OMV, Suncore og Dong. Tó hevur OMV gjørt av at selja sín part til oljufelagið Sicca Point. Sum skilst eru bæði Suncore, ið er eitt stórt kanadiskt felag og Sicca Point, ið er við at gerast ein týðandi leikari á bretska landgrunninum, fyri at útbyggja Rosebank. Annars høvdu tey neyvan heldur keypt seg inn í loyvið. So hetta at tey hava keypt og fara at keypa seg inn í Rosebank, er sjálvandi tekin um, at tey meta Rosebank sum eina týðandi íløgu í framtíðina.

Fyri Føroyar og føroyska oljuleiting hevur ein útbygging av Rosebank stóran týdning. Fyri tað fyrsta tí at hon liggur so tætt upp at føroyska markinum, og tað ger, at um hon verður útbygd, so verður her skaptur ein nýggjur infrastrukturur í øki, sum eisini framtíðar oljukeldur føroysku megin markið, kunnu knýta í.

Ein týðandi varði í Rosebank verkætlanini er eisini ein leitibrunnur, sum verður boraður tíðliga í komandi ári stutt frá Rosebank. Talan er um Black Rock leitimiðið, sum liggur millum Rosebank og eina aðra stóra oljukeldu, nevnd Cambo. Eisini hon liggur tætt upp at føroyska markinum. Um so er at vónirnar til at gera enn eitt fund í sama grannalagi, nevniliga í Black Rock leitimiðinum, gerast veruleiki, so vil henda oljan aftrat henni frá Rosebank og Cambo gera, at ein samlað útbygging av øllum trimum oljuleiðunum í ein sokallaðan Hub gera framleiðsluna og harvið íløguna meira lønandi. Tí eru eisini øll eygu vend móti boringini av Black Rock í fyrru helvt av komandi ári.

Tað er eisini greitt, at oljuboringar í hesum annars avmarkaðu íløgutíðum í nýggja leiting, hava týdning fyri ikki bert bretskt øki men eisini fyri Føroyaleiðirnar í grannalagnum. Enn eitt lønandi fund stutt frá markinum fer eisini at geva ávísa nýggja vitan um jarðfrøðina okkara megin markið.