Nýggi stjórin fyri verkætlanum og framtíðar vøkstri hjá Chevron í Europa, Kevin Rickett váttar, at arbeitt verður av álvara við at fáa stóru Rosebank útbyggingina av bakkastokki. Mynd Energy Voice

Chevronstjóri váttar jaliga gongd fyri Rosebank útbygging nær Føroyum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

15.03.2018 - 14:12

Oljan >


I vikuni frættu vit, at amerikanska oljufelagið Chevron er farið at sálda frá millum tilboðini at byggja eitt framleiðslu- og goymsluskip til Rosebank oljuleiðina eystan fyri føroyska markið. Nú váttar Kevin Ricketts, sum er stjóri fyri verkætlanum og framtíðar vøkstri hjá felagnum, í samrøðu við skotska oljumiðilin Energy Voice, at amerikanski oljurisin hevur sett gongd á prosessina fram móti eini endaligari avgerð (final investment decision (FID) at gera stóru íløguna í útbygging av oljukelduni. Felagið er við at evaluera tilboðini uppá eitt framleiðsluskip, sum eru sum væntað og kappingarfør.

Chevron fekk í 2013 tilboð uppá eitt slíkt skip fyri 15 mia. kr. Esini varð ætlanin at fara undir at bora útbyggingarbrunnar frá 2015 og fara undir framleiðslu í 2018. Men vegna lækkingina í oljuprísinum varð øll verkætlanin løgd á hillina og mong mettu, at keldan fór ongantíð at verða útbygd.

Í juni í fjør, tá oljuprísurin var hækkaður nógv, varð verkætlanin kortini tikin framaftur, og skipasmiðjur vórðu aftur bidnar um at lata tilboð. Tann freistin var úti 5. mars í ár, og fýra tilboð komu inn.

”Vit tóku stig til eina nýggja útbjóðing. Vit fingu fleiri tilboð. Og nú hyggja vit eftir hesum tilboðunum at byggja framleiðsluskip. Og tað fer so at taka sína tíð.” Nú liggur so øll verkætlanin á tekniborðinum og til støðutakan,” sigur Kevin Rickett, sum leggur dent á, at tey gera alt tey kunnu fyri at gera verkætlanina kappingarføra. ”Vit arbeiða fyri at varðveita momentum mót endaligari støðutakan. Vit hava bestu fólkini og royndirnar í heiminum at arbeiða á djúpum vatni. Tað fara vit at brúka fyri at gera verkætlanina enn meira lønandi.

Rosebank varð funnin í 2004 á 1100 metra dýpi einans 15 kilometrar frá markinum. Hon goymir úr 250 til 600 mió. tunnur.

Kevin Rickett fegnast í samrøðuni um at hava fingið møguleikan at arbeiða fyri Chevron í Europa. Hann hevur annars arbeitt í California. Sjálvur vísir hann á, at felagið ynskir at varpa ljós á øki, sum liggja tætt við verandi virksemi hjá felagnum. Tað gevur teimum møguleikan at bora brunnar, har teir longu eru frammanundan og harvið kunna gera brúk av verandi facilitetum.

Chevron eigur 40% í Rosebank, Suncore Energy 30%, Siccar Point Energy 20% and Ineos 10%.