Danska stjórnin steðgar oljuleiting á landi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

22.02.2018 - 17:21

Oljan >

Tað verður eingin leiting eftir olju og gassi í donsku undirgrundini á landi og á firðunum nær landi í framtíðini. Tað hevur orku- og veðurlagsráðharrin Lars Christian Lillehol avgjørt. Eftir at skiftandi oljufeløg seinastu 70 árini hava gjørt royndir við boringum á landi í Danmark uttan úrslit, hevur ráðharrin nú avgjørt at seta eitt endaligt punktum fyri alt slíkt virksemi í framtíðini. Ein umsókn um at leita í Lolland-Falster er júst víst aftur av myndugleikunum. Stjórnin sigur í eini fráboðan, at tað ikki longur fara at verða latin loyvi til leiting og framleiðslu av olju og gassi á landi og á firðunum. Hetta hevur við sær, at seinasta umsóknin frá hálendska felagnum Nail Resources ikki verður gingin á møti. Hetta merkir eisini, at tað í framtíðini heldur ikki fer at verða loyvt at bora eftir skifurgassi, sum eitt nú felagið Total hevur havt ætlanir um. Tann verkætlanin hevur verið møtt við stórari mótstøðu frá borgarum og umhvørvisfelagsskapum so sum Greenpeace.

Danski ráðharrin viðgongur, at mótstøðan hevur verið sera stór lokalt í Danmark, har boriverkætlanir hava verið á tekniborðinum. Hann sigur seg skilja hesa mótstøðuna, og tað er tí ein røtt og náttúrlig avgerð hjá stjórnini at steðga øllum slíkum virksemi í framtíðini.

Ein av høvuðsorsøkunum til at nokta slíkum boringum er tann, at hetta fer at nerva umhvørvið. Og tað ynskja hvørki politikarar ella borgarar. Ein meting frá Geus, jarðfrøðiliga myndugleikanum í Danmark, hevur eisini gjørt sítt til at steðga landboringum. Hon vil vera við, at tað neyvan er møguleiki fyri at fáa nakra lønandi vinnu, sum kann geva eitt samfelagsligt og búskaparligt íkast. burtur úr oljuboringum á landi heldur.

”Tað hevur leingi verið hildið, at møguleikar vóru fyri at finna olju og gass og skifurmøguleikar í undirgrundini á landi og á firðunum, men vit eru komin til ta niðurstøðu, at tað er tað ikki, ” sigur Lilleholt ráðharri. Í meira enn 70 ár við leiting hevur einki lønandi fund verið gjørt á landi. Tí fer framtíðar oljuleiting og framleiðsla bara at fara fram í Norðsjónum, har tað verður mett, at nógv olja og gass framvegis goymir seg.

Miðskeiðis í farna ári segði Lars Christian Lilleholt, at Danmark skal gerast eitt leiðandi olju- og gassland. Tað er framhaldandi ætlanin stendur at lesa í donskum fjølmiðlum. Danska stjórnin fer í vár at leggja fram eitt orkupolitiskt útspæl, sum skal galda fram til 2030, har miðjað verður móti at halda fram við og menna leiting og framleiðslu av olju og gassi, sum í dag hevur stóran týdning fyri danska búskapin.