Dátur um havbotnin í Evropa gerast alment tøkar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

10.10.2017 - 12:25

Oljan >

ES hevur sett á stovn verkætlanir við felagsheitinum EMODnet, sum hava til endamáls at savna inn dátur um havøkini í Evropa, so tey gerast lættari tøk fyri almenningin.

Jarðfeingi luttekur í tveimum av hesum ES-verkætlanum, nevnliga EMODnet-geology og EMODnet HRSM (High Resolution Seabed Mapping).

EMODnet-geology verkætlanin, sum er í síni 3. fasu, hittist til hálvársfund í Rom í døgunum 26. til 28. september. Luttakarar frá flest øllum strandalondunum í Evropa komu saman fyri at leggja fram dátur og úrslit, sum fara at liggja tøk á portalinum EMODnet Geology.

Kelda: Jardfeingi.fo