Dieselbann í Týskalandi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

28.02.2018 - 10:04

Oljan >

Ein dómstólur í Týskalandi hevur gjørt av, at týskir býir, sum kenna seg hóttar av luftdálking frá dieselbilum, kunnu seta borgarunum avmarkað forboð fyri at brúka eitt ávíst slag av dieselriknum bilum eitt nú í miðbýum við nógvari ferðslu. Dómsavgerðin kemur eftir, at fleiri býir í Týskalandi hava vent sær til dómsvaldið fyri at fáa tað at steðga dálkingini frá dieselbilum. Teir vilja vera við, at útlátið frá ávísum slagi av dieselmotorum er við til at dálka luftumhvørvið í býunum so mikið nógv, at tað er til vanda fyri borgararnar.

Avgerðin hjá rættinum kemur sera óvart á bæði bilframleiðarar og myndugleikar og eisini á tær mongu milliónir av týskarum, sum nøkur ár herfyri keyptu dieselbilar júst av tí orsøk, at teir dálkaðu minst. Nú er møguleiki fyri, at hesir somu bileigarar, sum gjørdu av at keypa dieselbilar fyri at minka um dálkingina, verða noyddir til at seta bilarnar ella fáa gjørt kostnaðarmiklar broytingar, so teir kunnu koyra kortini.

Í Týskalandi, har ”car is king”, sum tikið verður til, tvs. har bilídnaðurin er ein tann størsti arbeiðsgevarin, og har bilaframleiðslan fyllur ómetaliga nógv í samlaða búskapinum, standa fólk sum kánus og vísa til paradoksið, at tey fyrst fingu viðmælt at gera íløgur í dieselbilar, tí tað var best fyri umhvørvið, og nú skulu til at seta somu bilar, tí teir liva ikki upp til hámarkið, sum ES hevur sett fyri luftdálking. Onkur sigur at hetta hámark er alt ov høgt.

Enn er óvíst, hvat fer at henda, tí bæði framleiðarar, bileigarar og myndugleikar mótmæla og ivast í avgerðini hjá dómstólinum. Enn er heldur ikki heilt greitt, hvat slag av dieselbilum talan er um, og hvussu nógvir hesir eru í tali.

Tað ljóðar nú, at býir í Týskalandi fara at sett bann fyri ávísum dieselbilum eftir dómsúrskurðin, eitt nú Hamburg, meðan aðrir als ikki fara at fylgja hesum eitt nú Frankfurt. Avgerðin hjá dómstólinum kann fáa avleiðingar fyri onnur lond í Europa eisini meta viðmerkjarar.


Keldur: BBC og CNN