Dong selt til sveisisku plastfyritøkuna Ineos


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

24.05.2017 - 09:51

Oljan >

Danska orkufelagið DONG Energy hevur sambært donskum miðlum í morgun gjørt av at selja olju- og gasspartin til sveisisku fyritøkuna Ineos fyri sjey mia. kr. Tað hevur annars leingi ljóðað, at Maersk Oil fór at keypa. Ineos framleiðir plast og er triðstørsta kemiska fyritøkan í heiminum. Tað hevur nógv brúk fyri nátúrgassi í síni framleiðslu og her kemur Ormen Lange ognarparturin hjá Dong væl við. Nú skulu myndugleikarnir góðkenna søluna og tað verður mett, at sølan verður veruleiki seinni í ár. Dong hevur annars verið eitt av feløgunum, sum hevur verið partur av føroysku oljuleitingini frá byrjan. Felagið eigur fleiri loyvi eystan fyri Føroyar og enn er ógreitt, hvussu verður við teimum.