Dong verður til Ørsted


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

02.10.2017 - 13:25

Oljan >

Tey mongu, sum hava havt og fara at hava eitt ella annað tilknýti til donsku fyritøkuna Dong, skulu nú til at venja seg til nýggja heitið á fyritøkuni, sum verður ”Ørsted”. Eftir at Dong hevur selt olju- og gasspartin hjá fyritøkuni frá, verður hon nú burturav ein orkufyritøka innan varandi orku.

Nýggja navnið skal góðkennast á eykaaðalfundi 30. oktober og er navngevingin ætlað at heiðra danska vísindamannin H.C. Ørsted. Arbeitt hevur verið við einum nýggjum navni í meira enn tvey ár og hava 3000 uppskot verið á borðinum. Fleiri altjóða fyritøkur hava arbeitt við navninum men tað endaði við, at eitt uppskot frá einum av starvsfólkunum bleiv valt. ”Vit eru fegin um at hava funnið eitt so gott heitið til nýggju framtíðina, sum ikki longur fer at snúgva seg um olju og gass ella kol men um varandi orkukeldur ella grøna orku,” sigur stjórin Henrik Poulsen.