Oceanic Vega. Mynd: Ulstein

Eidesvik og CGG skipa nýtt felag fyri seismikkskip


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

27.03.2017 - 10:33

Oljan >

Norska reiðaríið Eidesvik og franska CGG hava gjørt avtalu um at skipa eitt felag sum skal reka nøkur av seismikkskipunum hjá feløgunum.

Í hesum felagnum skulu millum annað skipini Oceanic Sirus og Oceanic Vega hjá Eidesvik leggjast, umframt fimm av skipunum hjá CGG, sum í løtuni leggja uttan virksemi.

Fíggingin skal vera sjálvstøðug, og felagið fær onki veðhald frá eigarunum.

Í avtaluni stendur eisini at CGG skal hava ábyrgdina av at reka skipini Oceanic Vega og Iceanic Sirius fram til 2027, men leigugjøldini eru sett niður munandi í øllum tíðarskeiðnum.