Ein kann í dag siga, at takkað verið umhugsni og skilvísi hjá táverandi løgmanni, Anfinn Kallsberg, eru Føroyar í dag vornar hálva mia. kr. ríkari.

Eingin olja ger Føroyar hálva milliard kr. ríkari


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

10.06.2018 - 14:14

Oljan >

Ein kann í dag siga, at takkað verið umhugsni og skilvísi hjá táverandi løgmanni, Anfinn Kallsberg, er Føroyar í dag vornar hálva mia. kr. ríkari.


Dagurin 10. juni er søguligur fyri Føroya land og tess búskap. Henda dagin fyri júst 20 árum síðani, skrivaði táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, undir lániavtalu við donsku stjórnina. Sambært hesi avtalu skuldu 500 mió. kr. í skuld fella burtur, um ongar inntøkur  høvdu verið frá olju í føroysku undirgrundini innan 10. juni 2018. Hóast kolvetni eru staðfest í undirgrundini, so er einki lønandi fund gjørt øll hesi árini, og tað merkir, at Føroyar í dag eru vornar 500 mió. kr. ríkari. Og hesum kunnu vit stórt sæð takka táverandi løgmanni, Anfinni Kallsberg, fyri.

Lítið og einki hevur verið nevnt um hesa sera sjáldsomu avtalu øll árini síðani 1998. Hon hevur kortini verið umrødd í miðlunum og í bókum síðani, eitt nú varð hon nevnd í samrøðu, sum bókin “Oljan”, ið kom út í 2014, hevði við Anfinn Kallsberg. Eisini verður hon tikin fram í bókini hjá Sjúrð Skaale, fólkatingsmanni um loysingina, sum ikki kom.

Nú um dagarnar gjørdi Norðlýsið rættiliga fitt burtur úr hendingini við at tosa við Anfinn Kallsberg júst 20 ár eftir, at hann skrivaði undir avtaluna saman við Mogens Lykketoft og Marianne Jeltved.

Niðanfyri er brot úr samrøðu við Anfinn Kallsberg, sum varð gjørd til bókina “Oljan” í 2014.

Minka skuld við 500 mill. kr. í 2018

Oljan:

-Nú verður 9. brunnurin boraður. Verður hann turrur, heldur tú so, at tað er liðugt við oljuleitingini her?

Anfinn Kallsberg:

“Nei tað geri eg ikki. Vit hava upplivað tað, at aðrir hava uppgivið nógvar brunnar og eru so komnir afturumaftur og hava funnið nógva olju. Tað er einki forbid, fyrr enn allar royndir eru gjørdar, og framstig og nýggj tøkni broytist frá degi til dags, so tað eri eg ikki bangin fyri. Og fyri so vítt haldi eg, at tað ger kanska ikki so nógv, at tað ikki gongur so ótrúliga skjótt heldur.

Eg hugsi eisini um tær 500 mill. kr. í avtaluni við danir, sum siga, at hava vit ikki funnið olju í 2018, so verða tær strikaðar. Eingin tekur tað upp nakrantíð. Tað er burturvið, tí tað eru bara fýra ár eftir. Tað merkir, at vit skulu fáa inntøkur frá oljuskatti, tvs. at framleiðsla er byrjað, og vit hava fingið inntøkur av tí í landskassan í seinasta lagi í juni 2018. Og tað sær ikki út til, at vit røkka tí. Eg havi persónliga einsamallur gjørt ta avtaluna saman við Mogens Lykketoft, táverandi fíggjarmálaráðharra.

Hetta var í 1998. Avtalan um tann stóra bankapakkan gekk út uppá, at vit fyrst fingu eina rúgvu eftirgivið, eina mia. kr. beinleiðis og einar 200 til 300 mill. kr. í yvirtøku av Realinum og øðrum, men so vóru einar 500 mill. kr., sum vórðu rentu- og avdráttarfrítt í 20 ár, og sum verða avskrivaðar av danska statinum, um vit ikki hava funnið olju um 20 ár tvs. í 2018. Júst ta avtaluna gjørdu Mogens Lykketoft og eg í tekøkinum í fíggjarmálaráðnum.

10. juni 2018 minkar føroyska uttanlandsskuldin sostatt við 500 mill. kr. Man trúði vit blivu millionerar stutt eftir, og tí hevði hetta ongan týdning fyri danir. Vit niðurfrystu skuldina, og tað var fyri búskapin tá, men eg vildi hava, at vit settu eitt áramál, hvat hendi við hesum, so hetta ikki bara kom buldrandi aftur við nógvum rentum.”(Úr samrøða við Anfinn Kallsberg í 2014 til bókina “Oljan”, sum Jan Müller og Tróndur Djurhuus góvu út.) (Sí eisini kaptittul 19 í Oljubókini, síðurnar 493 og 494.)

Hoyr eisini áhugaverda samrøðu við Anfinn Kallsberg, sum Jóhann Lützen hevur í Norðlýsinum nú um dagarnar.

https://nordlysid.fo/tidindi/21970/kallsberg-ongin-er-taettari-uppa-at-greida-fra-avtaluni-enn-eg

Á heimasíðuni hjá Altinget, sum er netmiðil, ið umrøður politisk viðurskifti í danska ríkinum, verður avtalan eisini umrødd. Altinget skrivar ma.:

Et levn fra en af de voldsomste kriser i forholdet mellem Danmark og Færøerne er dukket op i Folketingets finansudvalg i form af en orientering fra finansminister Kristian Jensen (V) om, at Danmark eftergiver Færøerne et 20 år gammelt lån på 500 millioner kroner.

Færøerne fik i 1998 det rente- og afdragsfrie lån som en del af forbrødringen mellem Danmark og Færøerne efter den færøske banksag. Her gik flere færøske banker konkurs i kølvandet på den omfattende og dybe økonomiske krise, som skyllede henover de 18 nordatlantiske øer fra 1989 til 1995 som følge af faldende fiskepriser.

Krisen blev forstærket og forlænget af bølgen af konkurser i banksektoren. Konkurser, som den danske regering - efter færingernes opfattelse - havde en stor del af ansvaret for blev en realitet. Det skabte et særdeles anspændt forhold mellem Færøerne og den daværende Nyrup-regering. Ikke mindst da Poul Nyrup Rasmussen (S) kom til øerne og blev mødt af demonstranter foran sit hotel.

Startet udvinding af råstoffer
I 1998 udgav en undersøgelseskommission en rapport, hvor man vurderede, at Færøerne havde betalt en uforholdsmæssig andel af omkostningerne for oprydningen af banksektoren.

Som følge heraf indgik den danske stat og det færøske landsstyre en aftale om at omstrukturere fire milliarder kroner af det færøske landsstyres gæld til et 20-årigt annuitetslån, eftergive gæld for 900 millioner kroner og give et 20-årigt rente- og afdragsfrit lån på 500 millioner kroner til det færøske landsstyre.

Det er det lån, som Danmark nu eftergiver. Det skyldes, at låneaftalen indeholder en option om, at lånet kan eftergives, såfremt det færøske landsstyre efter 20 år ikke ”har startet udvinding af råstoffer”.

I slutningen af 1990'erne og starten af 00'erne var forhåbningerne om olie- og gasudvinding på færøsk sokkel store. Og derfor blev det aftalt, at hvis Færøerne begyndte at tjene gode penge på olie og gas, så skulle lånet betales tilbage. Hvis fiskeriet fortsatte med at levere langt hovedparten af indtægterne til den færøske statskasse, så skulle gælden eftergives. Og det bliver den så nu, da omkring 90 procent af de færøske indtægter kommer fra fiskeri. Lånet blev bogført som en udgift, og den danske stat har derfor ikke udgifter forbundet med afskrivningen.”