Í næstu framtíð fer hetta at vera eitt sútsýnið hjá føroyskum skipum, sum sigla millum Føroyar og Hetland

Eitt stig nærri nýggjari oljuframleiðslu nær føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

12.10.2017 - 10:54

Oljan >


Útbyggingin av tí nýggjasta oljufundinum vestan fyri Hetland, Lancaster, kom nú um dagarnar eitt stig nærri fyrstu olju, tá oljuskipið, Aoka Mizu, kom til Dubai í Miðeystri, har tað skal nútímansgerast og umvælast til nýggju uppgávuna. Skipið varð fyri nøkrum árum síðani brúkt til at taka olju hjá Atlantic Petroleum upp úr goymslunum Ettrick og Blackbird í Norðsjónum. Nú skal skipið arbeiða stutt frá føroyska markinum á eini spildurnýggjari oljuleið, sum kann goyma upp til 2 mia. tunnur av olju.

Tað er oljufelagið Hurricane Energy, sum stendur fyri verkætlanini á nýggju oljuleiðini sunnan fyri stóru oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Talan er um fleiri oljuleiðir, ið sum frálíður verða útbygdar saman í eina sonevnda kjarnu ”Hub”, tvs. at útbúnaður verður settur upp fleiri staðni á havbotninum og oljan síðani tikin upp og flutt umborð á oljuskipið (FPSO), Aoka Mizu.

At íleggjarar hava víst áhuga fyri hesi verkætlanini verður mett sum rættiliga einastandandi í hesum tíðum og í einum øki við lutvíst harðbalnum veðurlag og djúpum vatni. Men stóru nøgdirnar av olju, sum helst goyma seg í undirgrundini, hava fingið íleggjarar og oljufeløg at trúgva uppá hetta nýggja oljuøkið á Atlantsmótinum ikki so langt frá føroyska markinum. Talan er um fyrsta part av eini størri útbygging, har framleidd verða 17.000 tunnur av olju um dagin. Framleiðslan byrjan í fyrru helvt av 2019.