Eldar Sætre, forstjóri í Statoil. Mynd: Jógvan H. Gardar

Er í gongd við at broyta Statoil til vindorkurisa


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

26.11.2017 - 17:31

Oljan >

Forstjórin í Statoil, Eldar Sætre, kom inn sum forstjóri í Statoil fyri trimum árum síðani. Hann hevur arbeitt í nógv ár í fyritøkuni, og er ein vælumtóktur starvsfeagið. Hann segði tá hann bleiv settur, at hann ikki hevði hugsa um at hann passaði í forstjórasessin.

Men trivnaðurin í sessin er blivin betri og betri, og nýliga hevur hann fingið nýtt álit frá nevndini í oljurisanum.

Sætre kom inn sum stjóri stutt fyri oljupríslækkingina á sumri 2014. Tá hevði fyritøkan longu tikið avgerð um at minka um starvsfólkatalið, og at fyrireika seg til framtíðina, sum bleiv sagt. Síðani eru nógv søgd upp, og Statoil hevur klára seg gott, samanbeorið við nógvar aðrar oljufyritøkur gjægnum oljukreppuna.

Nú setur Eldar Sætre meir orku inn í eitt nýtt orkubein hjá fyritøkuni. Talan er um risaíløgur í vindorku.

Fyri stuttum byrjaði higartil størsta vindorkulundin hjá Statoil, Dudgeon, sína framleiðslu. Hon liggur í bretskum sjógvi, og umfatar 67 vindmyllur, og skal framleiða 402 000 megawatt av streymi til 410.000 bretsk heim.