ES tingið ímóti uppskoti at banna oljuleiting í Arktis


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

26.03.2017 - 19:27

Oljan >

Europeiska tingið hevur víst aftur einum uppskoti um at banna allari oljuleiting í Arktis. Talan var tó bert um eitt óbindandi uppskot til samtyktar, sum so kortini ikki fekk meiriluta. Orsøkin til uppskotið er umhvørvisligi óttin fyri, hvat kann henda, um ein dálkingarvanlukka hendir í arktiskum øki og annars eisini at forða fyri framtíðar CO2 útslepping í umhvørvið.

Hildið verður at Arktis goymir størstu goymslur av olju og gassi, sum enn ikki eru funnar og at hesar eru meira enn 22% av øllum kolvetnum í heiminum. Tær eru eisini størri enn tær goymslur, sum Saudi Arabia eigur.

Um uppskotið varð samtykt, so hevði tað verið upp til ES-kommisiónina at samskipa royndirnar hjá øllum ES londunum at koma við uppskoti um fullkomið bann móti at framleiða olju og gass í Arktis. 

Bæði Norra og Russland eru sera virkin í oljuleitingini Arktis. Í seinastu norsku leitiútbjóðingini vóru flestu nýggju loyvini latin í Barentshavinum. Í løtuni er stórur spenningur um seismiskar kanningar á markinum millum Norra og Russland í Barentshavinum, har m.a. Statoil er eitt av undangongufeløgunum. Russar hava eisini lagt dent á, at teir í framtíðini fara at gera uppaftur meira burtur úr sínum virksemi í Arktis.

Norskir myndugleikar gera annars vart við, at loyvini teir lata í Barentshavinum er tann parturin av Arktis, sum er ísfríur, og tí er óttan fyri dálking ógrundaður. Eftir øllum at døma halda ES lond tað eisini vera rætt at skilja millum ymsu partarnar av Arktis, nevniliga Barentshavið, sum er ísfrítt og so norðaru partarnir, har ísurin fyllur nógv meira. 

Men nú ísurin bráðnar og størri og størri partar av Arkis gerast ísfríir er tað eisini spurningurin, hvussu tað fer at ávirka virksemi í framtíðini í norðaru økjunum.  Spurningurin er nú, hvat hendir í amerikanska partinum av Arktis, nú Trump forseti hevur sagt seg vilja loyva nýggjari oljuleiting út fyri Alaska. Fleiri stór oljufeløg standa og bíða eftir, at Arktis verður latið uppaftur, nú Trump er vorðin forseti. Hesi eru m.a. ENI og Repsol. Shell, sum tók seg úr Arktis í 2015 eftir vánalig úrslit, hevur enn ikki heilt slept ætlanum at fara aftur til Arktis.

Tað vóru annars umboð fyri Estland og Finland, sum løgdu uppskotið fram í ES, sum fekk 180 atkvøður fyri og 414 ímóti.