ExxonMobil gevst við oljuleiting í Arktis


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.03.2018 - 15:51

Oljan >


Heimsins størsta oljufelag, ExxonMobil, ger nú greitt, at tað ætlar sær ikki at halda fram við sínum oljuvirksemi í Arktis. Felagið sigur, at tað fer at gevast við einum ”joint venture” samstarvi við russiska felagið Rosneft, og at felagið harvið heilt fer at gevast við leiting eftir olju í Arktis. Ein orsøkin er tann, at amerikanska felagið hevur mist nógv pengar og hevur havt eitt stórt undirskot av sínum arbeiði í russiska partinum av Arktis. Ein onnur orsøk kann vera tann, at USA hevur sett sanktiónir í gildi ímóti virksemi í Russlandi.

Við hesi avgerð missir Rosneft ein partnara, sum hevði kunnað verið við til at fíggja verkætlanir og veitt ekspertisu í menningini av tí næstu bylgjuni av russiskari oljuveiting sigur Samual Lussac frá analysufelagnum Wood Mackenzie.