BP eigur stórar ognir í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Her Valhalla oljupallarnir.

ExxonMobil umhugsar at keypa BP


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

12.03.2017 - 13:24

Oljan >

Ein oljurisi umhugsar at gloypa ein annan skrivar bretskt blað og sipar til ExxonMobil, sum kann hava áhuga í at keypa upp BP.


Stóra príslækkingin á olju síðani 2014 hevur verið orsøkin til munandi fleiri keyp og sølur av kolvetnisognum. Tað hava vit m.a. sæð fleiri dømi um í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Nú ganga tíðindi um eina ta størstu yvirtøkuna nakrantíð av einum oljurisa. Bretska blaðið Evening Standard veit frá keldum at siga, at heimsins størsta oljufelag, ExxonMobil, ætlar at keypa bretska oljurisan BP. Blaðið skrivar, at amerikanska oljufelagið skal hava spurt seg fyri hjá stórum partabrævaeigarum í BP, hvussu hesir fyrihalda seg til eitt møguligt uppkeyp. Fleiri av partaabrævaeigarunum eru teir somu í báðum feløgunum, eitt nú Blackrock og Vanguard. Sambært Bloomberg er eisini eitt annað stórt amerikanskt oljufelag, Chevron, áhugað í at keypa BP.

BP er væl kent frá oljuleitingini við Føroyar og var eitt tað fyrsta stóra altjóða oljufelagið, sum beyð seg fram til at bora brunnar í føroysku undirgrundini. Í dag er BP mest virkna oljufelagið eystan fyri føroyska markið, har tað stendur á odda fyri fleiri av stóru framleiðandi oljukeldunum. Hóast BP ikki fann olju við Føroyar, so hevur oljan.fo skilt á leiðsluni í felagnum, at hon framvegis heldur, at olja finst her. Tað er bara ein spurningur um tíð, til hon verður funnin. Fyrst er tó neyðugt at loysa basaltknútin tvs. at kunna síggja niður gjøgnum basaltið við seismikki. Tað er so nakað, sum serfrøðingarnir á Jarðfeingi eru komnir væl longri við at loysa. Og hetta fara vit uttan iva at frætta meira um, tá ljós verður varpað á komandi oljuleiting á Fiec ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í mai.

Eisini hini bæði feløgini, sum verða nevnd í sambandi við at keypa BP, nevniliga ExxonMobil og Chevron, hava verið partur av leitingini við Føroyar, tó at øll hesi feløgini hava latið síni loyvi innaftur. Um nakað av teimum fer at vera partur av komandi leiting er í skrivandi løtu óvist. Nýggj lóg til oljuleiting liggur í løtuni til viðgerðar í løgtinginum.