Faroe Petroleum hevur stórt virskemi bæði í Norra og Bretlandi.

Faroe Petroleum aftur funnið kolvetni í Norra


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

04.04.2018 - 16:24

Oljan >

 

Faroe Petroleum boðar í dag frá, at tað hevur gjørt týðandi kolventisfund í tveimum av tess loyvum á norska landgrunninum, Hades og Iris leitimiðjunum. Faroe Petroleum eigur 20% av loyvunum. Tey bæði leitimiðini liggja 8 kilometrar norðan fyri framleiðandi oljukelduna Morvin og 20 km frá Åsgard oljuframleiðslukjarnuni, har stórar nøgdir av olju og gassi verða framleiddar. Í løtuni verða øll data frá boringini viðgjørd og verður mett um at bora avmarkingarbrunnar í næstum eisini. 

Borað varð við pallinum Deepsea Bergen. Hini feløgini í hesi verkætlaini eru OMV við 30%, Statoil við 40% og Spirit Energy við 10%. Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum sigur seg vera sera væl nøgdan við boriúrslitið, og at tað er eydnast teimum at staðfesta olju og gass í tveimum leitimiðjum. Hesi hava verið partur av strategiini hjá Faroe Petroleum nú í fleiri ár og vóru tey upprunaliga nevnd Aerosmith og Zappa. Faroe Petroleum fer at halda fram við sínum borivirksemi í Norra við trimum leitibrunnum í ár, á leitimiðjunum Rungne, Cassidy og Pabow.