Faroe Petroleum borar aftur á norska landgrunninum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

02.12.2017 - 14:21

Oljan >

Faroe Petroleum heldur fram við sínum sera virkna borivirksemi á norska landgrunninum. Felagið hevur júst kunngjørt, at tað fer undir at bora brunn á Aerosmith (Iris/Hades) leitimiðinum, sum liggur 200 kilometrar úr landi. Brunnurin verður boraður av Deepsea Bergen pallinum og fer at taka 90 dagar.

Graham Steward, stjóri sigur seg vera fegnan um avgerðina at bora henda leitibrunnin bæði fyri at enda hetta árið væl og fyri at bora í einum fyri Faroe Petroleum kendum øki og sum harvið er partur av víðari ætlanum hjá felagnum. Faroe Petroleum hevur áður havt eydnuna við sær við boringum í júst heusm økinum.

Faroe Petroleum eigur 20% í loyvinum saman við Statoil, OMV og Centrica. Brunnurin liggur í einum øki nærhendis týðandi framleiðandi felt hjá Statoil, nevniliga Morvin og Aasgaard.